Sumbingar standa saman um Grannakaffi
“Eg haldi, tað einasta rætta í einari lítlari bygd sum Sumba er, at fólk sláa seg saman at skipa fyri einum felags tiltaki,” sigur Daniel Johan Lisberg úr Sumba, sum var ein av fýra í bygdini, ið høvdu meldað seg sum vert fyri Grannakaffi í fjør. Sum tað er galdandi fyri fleiri aðrar vertir, vildi Daniel Johan verða vertur, tí hann er raktur av krabbameini, ella er “komin í puljuna”, sum hann sjálvur tekur til. Tá ið tað varð greitt, at tað vóru fýra fólk í Sumba, ið høvdu bjóðað seg fram sum vert fyri Grannakaffi, gjørdu tey av at gera eitt felags tiltak í skúlanum. Skúlin rúmar fitt av fólki og hevur sera góðar umstøður til slík tiltøk, og tey fýra roknaðu við at savna fleiri fólk til eitt felags tiltak í skúlanum, heldur enn fýra tiltøk heima hvør sær.
Tiltakið var so statt fyri alla bygdina og gott og væl 100 fólk komu á gátt henda leygardagin í mars í 2015. “Fólk komu eisini aðrastaðni frá, bæði úr Lopra, Vági og onkur kom eisini heilt av Tvøroyri til Grannakaffi í Sumba, so tað var sera hugaligt” sigur Daniel Johan fegin. Vertirnir høvdu skipað dagin við kaffi og køkum, sum kvinnur úr bygdini høvdu bakað og latið til tiltakið. Ein avvarandi hjá einum krabbameinsraktum í bygdini segði frá og setti soleiðis orð á teir tankar, sum kanska nógv ganga við í tí stilla, uttan at tosa við nakran um tað. So statt var dagurin eitt gott bland av álvara og gaman; m.a. komu seks kvinnur úr kórinum Ljómi í Vági at syngja fyri gestunum, og so høvdu vertirnir eisini skipað fyri at selja lutaseðlar og høvdu fingið góðar vinningar til vega bæði frá privatpersónum, feløgum og fyritøkum. Tey, ið fóru heim áðrenn vinningarnir vóru drignir, kundu skriva nummarið á sínum lutaseðlum upp áðrenn tey fóru, og vóru tey so statt við í dráttinum.
“Vit vóru sera fegin um dagin í fjør, tí tað savnaði nógv fólk í bygdini, bæði smábørn og eldri, ja tann elsta var 95 ár, og eisini komu avbygdarfólk á vitjan” sigur Daniel Johan, sum er tann fyrsti, ið hevur meldað seg sum vert fyri Grannakaffi í ár. Dagurin verður hildin leygardagin 5. mars, og ætlanin er at brúka sama leist sum í fjør, nú tað vísti seg at hepnast so væl. Daniel Johan greiðir frá, at Lív Østerø hevur játtað at siga nøkur orð um sína uppliving, tá ið pápi hennara var illa sjúkur av krabbameini, samstundis sum hon tók endaligu studentspróvtøkurnar, og sum stóð undir børu, tá ið hon skuldi halda pisurøðuna tað árið.
Kjarnin í Grannakaffi er, at allur bati bøtir og at hvørt oyra ger mun. “Vit hava longu nú fingið nógvar góðar vinningar til okkara lutaseðlasølu og vit gleða okkum at bjóða vælkomin til Grannakaffi aftur í ár,” sigur Daniel Johan Lisberg, og heldur áfram: “ja, einasti munur er, at vit øll eru vorðin eitt ár eldri, og tann 95 ára gamla er nú 96 ár, men vit rokna avgjørt við, at hon eisini kemur til Grannakaffi aftur í ár.”