Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • HPV-koppseting
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Sólráð
  • Gransking

Sjey tekin at geva sær far um

Fleiri ymisk tekin kunnu vera um, at krabbamein ger um seg, og vísir okkurt av teimum seg, er umráðandi at fara til lækna. Kræftens Bekæmpelse í Danmark hevur almannakunngjørt sjey høvuðstekin, sum Krabbameinsfelagið eisini vísir á. Tekinini sært tú her 

 


1. Trupulleikar við at svølgja 

Gev tær far um :

  • Trupulleikar í ein mánað við at svølgja
  • Kensluna av, at okkurt situr fast í hálsinum
  • Pínu, tá tú svølgir


Áhaldandi trupulleikar við at svølgja kunnu standast av hálsbruna. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

 


2. Lætnar brádliga

Gev tær far um:

  • Tú lætnar, hóast tú ikki roynir
  • Tú lætnar, hóast tú ikki broytti matvanar ella íðkar
  • Tú lætnar óvanliga nógv, tá  tú roynir at klænka


Tú kanst lætna óvæntað av ymsum orsøkum. Ein orsøk kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

 


3. Áhaldandi hosti og hæsi

Gev tær far um:

  • Hosta, sum heldur fram meira enn ein mánað
  • Hosta, sum broytist • Hosta við blóðigum slími
  • Hæsi, sum varar ein mánað


Varandi hosti og hæsi kunnu standast av fleiri orsøkum. Ein teirra kann vera krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

 


4. Óvæntað bløðing

Gev tær far um:

  • Blóð í skarni, landi ella sáði
  • Bløðing úr skeið eftir skiftisár
  • Bløðing úr skeið undir samlegu
  • Plettbløðing í sambandi við kropsligt virkni


Óvæntað bløðing kann standast av ígerð, rivum ella hemoridum. Men hon kann eisini standast av krabbameini. Umráðandi er tí at fara til lækna.

 


5. Broytt móðurmerki ella ólekt sár

Gev tær far um:

  • Móðurmerki, sum broytir stødd, skap ella lit
  • Móðurmerki, ið fær skruvu ella bløðir
  • Móðurmerki, sum skriðar ella kennist øðrvísi
  • Sár á húðini ella í munninum, sum ikki lekist innan ein mánað
  • Sár ella varandi útbrot við ella á kynsgøgnum


Broytt móðurmerkir ella sár, sum ikki lekjast, kunnu standast av góðkynjaðum móðurmerki ella ígerð. Men tey kunnu eis ini standast av krabbameini. Umráðandi er tí at fara til lækna.

 


6. Broyttir vanar á vesi

Gev tær far um:

  • Skiftandi hart lív og leyst lív í tvær vikur
  • Eina kenslu av, at tarmarnir ikki tømast
  • Búkilsku í meira enn  tvær vikur
  • Áhaldandi leyst lív  ella hart lív


Broyttir vanar viðvíkjandi opning kunnu standast av mateitran, magasótt, leysum lívi ella hørðum lívi. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

 


7. Knyklar og hovnir kropspartar

Gev tær far um: 

  • Knyklar í brósti
  • Knyklar undir hondini, í lærkrika ella hálsi
  • Knyklar í steinum ella hovnar steinar
  • Knyklar aðrastaðni á kroppinum


Knyklar ella hovnir kropspartar kunnu standast av ígerð, bløðrum ella góðkynjaðum knyklum. Men talan kann eisini vera um krabbamein. Umráðandi er tí at fara til lækna.

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim