Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • HPV-koppseting
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • Sólráð
  • Gransking

 

Fyribyrging

 

Soleiðis stendur í Krabbameinsætlanini um fyribyrging  

Sannlíkt er, at uml. ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast. Tí er tað týdningarmikið, at vit í Føroyum fara undir tiltøk við atliti at minka um tilburðirnar og harvið deyðatalið av krabbameini.

 

Av tí at ein lutfalsliga stórur partur av føroyska fólkinum roykir, finst ein stórur fyribyrgingarmøguleiki har. Tað týdningarmesta er at fyribyrgja, at fólk byrja at roykja, og at fáa tey, ið roykja, geva uppat aftur at roykja. Stórur dentur má tí framhaldandi leggjast á at upplýsa um vandarnar við royking. Hóast tubbaksprísurin í Føroyum er høgur, kann umhugsast at hækka hann enn meira.  

 

Viðvíkjandi rørslu (og yvirvekt) er tað týdningarmikið, at tað gerst áhugavert og trygt fyri borgararnar at ganga/súkkla heldur enn at nýta bil. Rørsla eigur at hugsast inn í allar vega‐ og byggiverkætlanir í framtíðini. Hetta er eisini gagnligt frá einum umhvørvisligum sjónarmiði. Rørsla eigur eisini gerast størri partur av gerandisdegnum hjá børnum á stovnum og í skúlum.

 

Evidensurin fyri at frukt og grønmeti fyribyrgja krabbamein er greiður. Myndugleikar eiga tí at tryggja, at landsins borgarar longu í barnaárunum eta nógv av frukt og grønmeti. Ein góður máti at røkka øll børnum við hesum boðskapi kundi verið at geva øllum skúlabørnum frukt í skúlatíðini.

 

Dentur má harumframt leggjast á at upplýsa um skaðiligu árinini, sum rúsdrekka og solarium hava í mun til krabbamein. Solarium eru so heilsuskaðilig, at altjóða granskingardepilin fyri krabbamein, IARC, nýliga hevur flokkað solarium í hægsta vandabólk, ið eisini fevnir um asbest, sigarettir og arsenik. Arbeiðsbólkurin heldur, at ung undir 18 ár eiga ikki at fáa atgongd til solarium.

 

Til tess at fyribyrgja og minka um títtleikan av krabbameini í Føroyum hevur arbeiðsbólkurin hesi tilmæli:  

1. At solarium verður bannað fyri ung undir 18 ár.

  1. 2. At dagstovnar, skúlar og arbeiðspláss geva møguleika til rørslu í minsta lagi ½ tíma dagliga. Og at myndugleikarnir hugsa rørslu inn í framtíðar vegætlanir.

    3. At prísur og atkomuleiki framhaldandi verða brúkt til at avmarka alkoholnýtsluna.

    4. At tað verður umhugsað at hækka prísirnar á tubbaki enn meira. Atlit mugu tó takast til, hvussu høgur prísurin kann verða, áðrenn fólk byrja at smugla tubbak.

    5. At myndugleikarnir miðvíst stuðla og eggja borgarunum, serliga børnum og ungum, til sunnar kostvanar. Til dømis við matpolitikki á dagstovnum og fruktskipan í skúlunum. Møguligar útreiðslur kunnu fíggjast við at hækka avgjaldið á ósunnum matvørum.

    6. At Fólkaheilsuráðið kunnar meira um vandarnar við royking, alkoholi, sólnýtslu, yvirvekt, og hvussu ein verjir seg fyri HPV‐smittu.

    7. At koppsetingin fyri lívmóðurhálskrabba fevnir um somu aldursbólkar sum í Danmark. Avgera Danmark og hini norðurlondini at víðka skipanina til aðrar aldursbólkar, eiga Føroyar at gera tað sama.

     

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim