Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

Donsk sjúkujournal

Hevur tú verið í Danmark til viðgerð? So kanst tú fáa atgongd til tína donsku sjúkujournal á netinum.

 

Á sundhed.dk finnur tú tína sjúkujournal. Her kanst tú eisini síggja svar uppá kanningar, eisini av royndum tiknar í Føroyum, ið verða sendar til danmarkar. Legg tilmerkis at tú kann síggja svar uppá kanningar, áðrenn læknin hevur hugt eftir svarinum og kunnað teg, og tí er týdningarmikið at tú hugsar teg um áðrenn tú velur at hyggja at svarinum. Tað kann vera eitt svar, sum tú ikki hevur fakligan kunnleika at lesa/skilja og tískil kann tað skapa óneyðugan ótta. Tænastan sundhed.dk er eisini at fáa sum ein app, hon eitur MinSundhed og fæst bæði bæði til Apple og Android. Heimasíðuna Sundhed.dk finnur tú her sundhed.dk - Få klare svar om din sundhed.

 

Hevur tú MitID er tað lætt at fáa atgongd til tænastur sum borger.dk og Sundhed.dk. Tú fert bara inn á heimasíðunar og innritar. Hevur tú ikki MitID kanst tú fylgja vegleiðingini niðanfyri.

 

Fyri at kunnu hetta er neyðugt at hava eitt danskt CPR-nummar. Hevur tú búð í Danmark, so hevur tú eitt danskt CPR-nummar, nú manglar tú bara MitID. Her kanst tú søkja um MitID við brúk av passið Få MitID med pas - Kom i gang med MitID - MitID.  Um tú hevur NemID, so kann hetta eisini nýtast at søkja um MitID við. Tað kanst tú gera her Få MitID med NemID - MitID.

 

Um tú ikki hevur eitt CPR-nummar, so ber til at fáa tað, við at venda sær til Ríkisumboðsmannin og fáa hjálp har. Oyðublað at fylla út finnur tú her CPR-nummer - (rigsombudsmanden.fo).

 

Um tú hevur trupulleikar at søkja um MitID, ber til at venda sær til Ríkisumboðsmannin og fáa hjálp har.  Oyðublað at fylla út finnur tú her MitID - (rigsombudsmanden.fo).

 

Tá tú hevur fingið MitID, ber til hjá tær, at fáa tær brúkara á borger.dk og Sunhed.dk.

 

Á borger.dk finnur tú alt, sum er skrásett um teg í danska systeminum, umframt at tú móttekur talgildan post. Her fært tú innkallingar og aðra kunning frá donskum sjúkrahúsum. Heimasíðuna Borger.dk finnur tú her borger.dk - Din indgang til det offentlige

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim