Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Um felagið

  • Nevndin
  • Starvsfólk
  • Viðtøkur felagsins
  • Virkið felag síðan 1979
  • Búmerkið
  • Ársfrágreiðing
  • Heilsan frá Siri Stenberg
  • Tilmæli um palliatión
  • Limaskapir
  • Greinar

Viðtøkur felagsins

 

§1

Navn felagsins er Krabbameinsfelagið. Heimstaður felagsin er Tórshavn.

 

§2

Endamál felagsins er:

- at gera upplýsingararbeiði til fyribyrging av krabbameini,

- at veita stuðul til gransking av krabbameinssjúkum,

- í serligum føri at veita fólki hjálp, sum eru rakt av krabbameini.

 

§3

Limir í felganum kunnu vera persónar og feløg.

 

§4

Hægsta ræði í felagnum hevur ársfundurin, sum verður hildin í Tórshavn í apríl mánaði.

 

Hesin fundur verðu lýstur við 14 daga varningi við lýsing í føroyskum bløðum, ella við skrivi til hvønn einstakan lim.

 

Á fundinum hevur hvør limur eina atkvøðu.

 

Fundurin velur ein fundarstjóra at stjórna fundinum.

 

Dagsskráin á ársfundinum er:

 

1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári.

2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi fyri farna árið og fíggjarstøðu við árslok.

3. Val av nevndarlimum og 2 tiltakslimum.

4. Val av einum ríkisgóðkendum grannskoðara.

5. Ásetan av limagjaldi.

6. Ymiskt

 

Uppskot, sum skulu viðgerast á ársfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi ein mánaða áðrenn ársfundin.

 

Øll mál verða avgjørd við vanligum meiriluta av teimum, ið møta á ársfundinum.

 

§5

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

Nevnd felagsins skal syrgja fyri, at greinligur roknskapur verður førdur yvir allar inntøkur og útreiðslur felagsins, og at hesin verður latin grannskoðaranum í góðari tíð áðrenn ársfundin.

 

§6

Felagið verður stjórnað av eini 5-mannanevnd, vald á ársfundinum. Annaðhvørt ár fara 2 nevndarlimir frá og annaðvørt ár 3 nevndarlimir.

 

Fer nevdarlimur frá, tekur tiltakslimur við í hansara stað.

 

Fráfarandi nevndarlimir kunnu veljast aftur.

 

Nevndin velur sínámillum formann, næstformann og kassameistara.

 

Nevndin kann taka sær fólk til hjálpar, um hon heldur tað verða neyðugt.

 

Nevndin heldur fund, tá formaðurin ella 3 nevndarlimir halda tað verða neyðugt.

 

§7

Felagið verður bundið við undirskrift av formanninum ella av 2 nevndarlimum.

 

Við veðseting av føstum ognum ella við upptøku av lánum krevst nevdarsamtykt og undirskrift av formanninum.

 

Nevndin kann geva prokura.

 

Um alt, sum verður viðgjørt á nevdarfundi, verður skrivað stutt frágreiðing í fundarbók. Hendan skal undirskrivast av øllum nevndarlimum á fundi.

 

Nenvdarfundur er ikki viðtøkuførur uttan so, at minst 3 nevndarlimir eru á fundi.

 

§8

Felagið kann ikki takast av uttan so, at allir limir skrivliga hava fingið fundarboð, og at 4/5 av møttum limum atkvøða fyri avtøku.

 

Verður felagið tikið av, skulu ognir felagsins latast øðrum felag við líknandi endamáli.

 

Soleiðis viðtikið á stovnandi aðalfundi í Tórshavn tann 17.01.1979, við broyting viðtikin á ársfundi felagsins 30. apríl 1990 og 28. apríl 1999.

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim