Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Faldarar frá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar frá Kræftens Bekæmpelse
    • Hjálparbólkar
    • Seinfylgjur
    • Fimleikur - Firvaldar
    • Kostráð
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Sólráð
    • Krabbameinsætlanin
  • Stuðla
    • Stuðla
    • Plakatir
    • 62°N VINNA
    • 62°N CAR RENTAL
    • Spyr.fo
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Tekna teg sum lim
  • Um felagið
    • Virkið felag í nærum 40 ár
    • Búmerkið
    • Viðtøkur felagsins
    • Nevndin
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Starvsfólk
    • Stuðul til felagið
    • Ársfrágreiðing
    • Hagtøl fyri krabbameinstilburðir í Føroyum árini 1995-2018
    • NORDCAN – Krabbameinshagtøl fyri Norðanlond
    • Spurnaðarkanning 2018: Føroyingar og vælgerandi endamál
    • Gransking
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Hospice tilmæli
    • Limaskapir
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Her verður Grannakaffi 2019
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • HPV-koppseting
    • Hvat er lívmóðurhálskrabbi?
    • Hvat eru kyknubroytingar?
    • Hvat er HPV og hvussu smittar tað?
    • Koppseting
    • Regluligar kanningar
    • Hentar leinkjur
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • Mammografi screening
  • Sólráð
  • Krabbameinsætlanin

 

HPV-koppseting ímóti lívmóðurhálskrabbameini

Kelda www.himr.fo

 

Mannagongd

Koppingarevnið ímóti lívmóðurhálskrabbameini er rættiliga nýtt, men hóast tað, so eru tað longu gjørdar ein rúgva av vísindaligum kanningum um virknaðin og hjáárin av hesi koppseting.

 

Við støði í hesum kanningum gjørdi Sundhedsstyrelsen seint á heysti 2007 eitt heilsufakligt tilmæli, har Sundhedsstyrelsen mælti til at fara undir at koppseta gentir fyri lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga tilmælið hjá Sundhedsstyrelsen varð sent til donsku heilsumyndugleikarnar til støðutakan. Og samstundis sendi Sundhedsstyrelsen tilmælið til Landslæknan, sum mælti føroysku heilsumyndugleikunum – t.v.s. Heilsumálaráðnum – til at seta somu skipan í gildi í Føroyum, sum er galdandi í Danmark.

  

Við støði í tilmælinum frá Landslæknanum hevur Heilsumálaráðið valt at seta eina skipan í gildi, tvs tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabbamein.

 

Ókeypis koppseting fyri lívmóðirhálskrabba

 

Frá 1. desember 2012 kunnu allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðirhálskrabba (HPV).

 

Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at kvinnan hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan kvinnan fyllir 28 ár.

 

Koppseting fer fram hjá kommunulækna. Fyri at koppsetingin skal virka, skal kvinnan koppsetast tríggjar ferðir innan fyri 12 mðr. Koppsetingin tekur vanliga 6 mánaðir og fer fram í hesi røð:

 

•læknavitjan

 

•læknavitjan fer fram umleið 2 mánaðir eftir 1. læknavitjan

 

•læknavitjan fer fram umleið 4 mánaðir eftir aðru læknavitjan.

 

Um koppseting fyri HPV:

 

Koppseting fyri HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað frameftir stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.

 

Hví gentur og ikki dreingir verða koppsett

 

Sundhedsstyrelsen hevur umrøtt spurningin, um dreingir eisini skulu koppsetast fyri HPV-virus. Kanningar av effektini av koppsetingini av ungum dreingjum eru gjørdar, men enn eru kanningarúrslitini ikki tøk. Og tí heldur Sundhedsstyrelsen, at tað er ikki grundarlag fyri at mæla til, at dreingir eisini verða koppsettir fyri HPV-virus. Við tað at gentur verða koppsettar og harvið ikki fara at bera smittuna víðari, roknar Sundhedsstyrelsen við, at talið av dreingjum, sum fáa smittuna eisini fer at minka. Smittuvandin lækkar, og tí verða færri smittað – eisini sjálvt um tey ikki eru koppsett. Sí seinasta nýggja um koppseting av dreingjum við at trýsta her.

 

Screening fyri lívmóðurhálskrabba

 

Sambært Sundhedsstyrelsen er koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba eitt fyribyrgjandi tiltak, og tí fara vit ikki at síggja ein mun í tilburðum av lívmóðurhálskrabbameini fyrr enn um eini 20 ár. Sundhedsstyrelsen roknar tó við, at vit um eini 10 ár fara at síggja ein mun í talinum av forstadium av lívmóðurhálskrabba.

 

Hóast farið verður undir at koppseta gentur ímóti lívmóðurhálskrabbamein, so mælir Sundhedsstyrelsen til, at kvinnur framhaldandi fara til lækna og fáa framt kanningarnar fyri lívmóðurhálskrabbamein.

 

Viðkomandi leinki:

http://www.hmr.fo/Default.aspx?pageid=8267

 

Tak niður faldara frá Heilsumálaráðnum um HPV-koppseting her

 

 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim