Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Føroyar móti krabba
    • Vinningar
    • Uppboðssøla
    • Til fyritøkur
    • Grannakaffi
    • Miðlar
    • Stuðla
    • Føroyar standa saman
    • Til skúlar
    • Til kórsangarar
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Krabbameinsætlanin
    • Gransking
  • Stuðla
    • Føroyar móti krabba
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • 62°N VINNA
    • 62°N CAR RENTAL
    • Spyr.fo
    • Einfald list
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Privatpolitikkur
    • Greinar
  • Covid-19
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Faldarar
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
  • Í viðgerð uttanlanda?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Hjálparbólkar
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Kostráð
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Slóðir

SAMSTARV

Í Havn hevur krabbameinsfelagið eitt rørslulið, saman við Fimleikafelagið Ljósið, ið nevnist Firvaldar og í Klaksvík samstarvar Krabbameinsfelagið við Klaksvíkar Kvøldskúla um rørslutilboð í Norðoyggjum. Eisini hava við eitt rørslutilboð í Vágum.

 

Rørslutilboðini er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

 

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí er tilboðið skipa soleiðis, at  familjan hevur møguleika at vera við og har tey kunnu vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

 

Tað er ókeypis at luttaka!

 

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

 

Les eisini: Fimleikurin gevur mær orku

 

VENJARAR

 

Venjari í Havn er Augusta Mikkelsen. Augusta er útbúgvin fyrsioterapeutur. Vant verður hósdagar kl. 14.30 til 15.30 í fimleikarhøllini FIMI. Har hava vit sera góðar umstøður.

 

Venjari í Klaksvík er Jónger Biskupstø. Jóngerð er útbúgvin fysioterapeutur. Vant verður hóskvøld kl. 19.00 til 20.00 í Ven og virka, á Kjalarvegi 48.

 

Venjarar í Vágum eru er Jana Egholm og Maria Samson. Vant verður í venjingarmiðstøðini VEN í Miðvági mánakvøld kl. 19.00 til 20.00,

 

Ynskir tú at hoyra nærri um fimleikin ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo 

 

Rørslutilboðið í Klaksvík hevur ein bólk á Facebook har kunning og annað samskifti fer fram. Bólkurin eitur Firvaldar og tú finnur hann her.

 

Rørslutilboðið í Klaksvík hevur ein bólk á Facebook har kunning og annað samskifti fer fram. Bólkurin eitur Rørslutilboðið hjá Krabbameinsfelagnum í Norðoyggjum og tú finnur hann her. 

 

FRÀ LUTTAKARA:

“Síðani eg byrjaði at gera fimleik havi eg fingið tað nógv betur - eg orki alt betri. Eg síggji ljósari uppá tað heila, av at vera saman við fólki, sum eru í somu støðu sum eg.   Og so er tað hitin, sum er millum okkum øll.”

Kvinna

 

FRÀ LUTTAKARA:

“Fimleikurin hevur gjørt sera stóran mun kropsliga, og tá fylgir tað sálarliga eisini við positivt.”

Maður

 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim