Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

 

Ert tú sjúk/ur av krabbameini og ætlar tær uttanlanda at ferðast?

 

Tað er gott at tosa við lækna og avvarðandi heilsustarvsfólk um at tú ætlar tær at ferðast uttanlanda. Tey kunnu ráðgeva og vegleiða tær í hvussu tú kann ferðast hóast tú ert sjúk/ur og í hvat tú skal hugsa um áðrenn tú fert avstað og meðan tú ert og ferðast.

 

Avboðstrygging:

Tað kunnu verða treytir galdandi, ið gera at tú ikki kann fáa endurgjald, um tú ikki kann fara avstað vegna sjúkuna. Tí er tað sera umráðandi at seta seg í samband við títt tryggingarfelag áðrenn tú keypir tær eina ferð uttanlanda.

 

Ferðatrygging:

Tað er sera umráðandi at fáa eina greiða frágreiðing frá avvarðandi tryggingarfelag um hvussu tú er tryggjaður tá tú ert burtur.Tað er ymsikt hvørji krøv tryggingarfeløgini seta til tína heilsustøðu áðrenn tú fert at ferðast og í nógvum førum er ikki gjørligt hjá fólki, sum eru álvarsliga sjúk, at fáa trygging. Set teg tí í samband við títt tryggingarfelag og kannað hvat er galdandi fyri júst teg og tína støðu. Um títt tryggingarfelag sigur at tað er í lagi at tú fert at ferðast er umráðandi at fáa eitt skriv har tað stendur júst nær, hvar, hvønn og hvat tryggingin fevnur um og eisini tað tryggingin møguliga ikki fevnir um.

 

Altjóða viðurskifti - Heilsutrygd

Heilsutrygd dekkar ikki uttan fyri Føroyar, men landsstýrismaðurin í heilsumálum kann gera sáttmálar við onnur lond um veitingar. 

 

Hvussu eru føroyingar dekkaðir uttan fyri Føroyar annars? 

Allir føroyskir krabbameinssjúklingar kunnu trygt ferðast í Norðurlondum og í Stóra Bretlandi sambært millumlanda sáttmálum um veitingar í samband við sjúku. Niðan fyri kann tú lesa ymsu kunngerðirnar um veitingar í samband við sjúku í Danmark, Norðurlondum og Stóra Bretlandi.

 

Í Danmark:
Føroyingar hava rætt til sjúkrahjálp í Danmark sambært kunngerð nr. 565 frá 29. apríl 2015. Kunngerðin kann lesast her. 


Í hinum Norðurlondunum: 
Í hinum Norðurlondunum hava føroyingar rætt til sjúkrahjálp v.m. sambært “Nordisk Konvention om social sikring”, sum kann lesast her.


Í Stóra Bretlandi: 
Í Stóra Bretlandi hava borgarar í Føroyum rætt til bráfeingis sjúkrahjálp á sama støði, sum borgarar í Stóra Bretlandi. Hesi rættindi eru staðfest í grein 14 í  “The Convention made in London of 27. august 1959 between The Kingdom of Denmark and The United Kingdom.” Kunngerðin kann lesast her.

 

GG! Tað er umráðandi at hava í huga at hesi rættindi bert er galdandi í samband við sjúku. Hetta kemur ikki í staðin fyri eina ferðatrygging. Ein ferðatrygging fevnir um mangt annað enn sjúku, burturmist ferðagóðs, stuldur, seinkingar, rættarhjálp o.a., íð kann hava ávirkan á tína ferð, er ikki fevnt at millumlanda sáttmálunum, ið eru nevndir omanfyri. 


 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim