Seinárin og hjáárin
Viðgerð fyri krabbamein er tíbetur batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri verða frísk. Tað eru tíverri nógv sum fáa seinárin av sjúkuni og viðgerðini. Seinárinini kunnu vera til stóran ampa, og tey kunnu eisini vísa seg, tá ið long tíð er fráliðin. Tað er umráðandi at venda sær til lækna um tú hevur seinárin av krabbameinssjúku og viðgerð. Í nógvum førum ber til at fáa hjálp, viðgerð og linnan fyri seinárin.
Tað kann verða trupult at finna góð ráð og vegleiðing í mun til hjáárin og seinárin av krabbameinssjúku og viðgerð. Á heimasíðuni hjá Kræftens bekæmpelse er sera nógv at lesa um hjáárin og seinárin. Sí meira her.
Tú kann eisini taka niður faldaran "Helbredt - men ikke rask" ella faldaran hjá "Senfølgerforeningen"