Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba
  • HPV-koppseting
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • Sólráð
  • Gransking

 

Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba

Lívmóðurhálskrabbi er ein sera álvarsom sjúka og telist millum tey sløgini av krabbameini hjá kvinnum, ið koma oftast fyri. Í Føroyum kunnu allar gentur og kvinnur millum 12 og 28 ár lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba, og allar kvinnur millum 25 og 60 ár fáa boðið fyribyrgjandi kanning ímóti sjúkuni


Á hvørjum ári doyggja fleiri hundraðtúsund kvinnur í heiminum av lívmóðurhálskrabba. Sambært WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, er hetta tað slagið av krabbameini, sum krevur flest kvinnulív í landsynningspartinum av Asia og Afrika og næstflest í Amerika. Men eisini í Evropa ger sjúkan um seg. Í Føroyum fáa umleið 10 kvinnur staðfest sjúkuna árliga.


Koppseta ímóti sjúkuni
Tilboðini at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba eru vorðin alsamt betri í Føroyum. Frá 1. desember 2012 hava allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnað latið seg koppseta ókeypis fyri lívmóðirhálskrabba. Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at tú hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar. Koppsetingarnar skulu verða framdar, áðrenn tú fyllir 28 ár.


Høvuðsorsøkin til lívmóðurhálskrabba er virusið Human Papillomavirus, HPV. HPV er felagsheiti fyri fleiri enn 100 ymisk sløg av virus. Summi teirra kunnu hava við sær kyknubroytingar, sum kann menna seg til krabbamein. Koppsett verður ímóti HPV, og koppsetingin fer fram hjá kommunulækna. Fyri at hon skal virka, skalt tú koppsetast tríggjar ferðir í 12 mánaðir.


Fyribyrgjandi kanning
Eitt annað átak ímóti lívmóðurhálskrabba er, at allar kvinnur í aldursbólkinum 25-60 ár fáa boðið regluliga fyribyrgjandi kanning fyri sjúkuna. Hetta verður gjørt við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum. Endamálið er at diagnostisera forstig til lívmóðurhálskrabba og kunna veita viðgerð skjótast gjørligt. 


Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar oftast kvinnur í bestu árum og kemur meira enn so fyri hjá ungum kvinnum eisini. Kyknubroytingar kunnu vera til staðar leingi, áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein. Kommunulæknin tekur eitt sindur av slími við lívmóðurmunnan at kanna fyri kyknubroytingar, tá kanningin verður gjørd.


Átøk muna
Nágreinilig hagtøl um lívmóðurhálskrabba finnast ikki í Føroyum, men staðfest er, men árini 1994-2006 doyðu minst 15 kvinnur av sjúkuni. Hetta merkir, at á hvørjum ári doyggja nakrar kvinnur av einari sjúku, sum til ber at fyribyrgja. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV-koppseting, fer at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim