Stuðul til gransking
Í endamálsorðingini hjá Krabbameinsfelagnum stendur,at endamál felagsins m.a er at stuðla og upplýsa um gransking í krabbameini.
Til ber at søkja um granskingarstuðul frá Krabbameinsfelagnum til verkætlanir, sum kunnu menna krabbameinsøkið í Føroyum.
Ùr Team Rynkeby grunninum hjá Krabbameinsfelagnum ber til at søkja um stuðul til verkætlanir, sum snúgva seg um krabbamein hjá børnum.
Meira kunning um stuðul og treytir fyri at søkja, fæst við at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
Eisini ber til at søkja um stuðul til gransking frá norðurlendska krabbameinsfelagnsskapinum Nordisk Cancer Union. Treytin fyri at fáa stuðul er, at verkætlanin er samstarv millum granskarar úr í øllum førum tveimum norðurlendskum londum, sjá upplýsing um stuðulsmøguleikar og treytir her http://www.ncu.nu/Default.aspx?ID=17