Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • HPV-koppseting
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • Sólráð
  • Gransking
    • Ílegugransking av bróstkrabba
    • Nýggj vitan um, hvussu illkynjaðar blóðsjúkur arvast
    • Ph.D. verkætlan um krabbamein í Føroyum
    • Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands
    • Týðandi verkætlan um, hvørjum stuðli føroyskir krabbameinssjúklingar hava brúk fyri
    • Tordis Kristiansdóttir - gransking innan bróskrabba í Føroyum
    • Kostverkætlan á B6
    • NCU veitir stuðul til gransking á krabbameinsøkinum
    • NORDCAN – Krabbameinshagtøl fyri Norðanlond
    • At liva við krabbameini - ein kanning av tørvinum á krabbameinsendurmenning í Føroyum
    • Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum
    • Granskingarverkætlan kannar ultraljóð sum partur av framtíðar krabbameinsviðgerðini
    • Granskingarverkætlan um barnakrabba í Føroyum

Krabbameinsfelagið stuðlar ílegugransking av bróstkrabba

 

Endamálið við verkætlanini er at finna og lýsa orsøkina til bróstkrabba hjá føroyskum kvinnum. Krabbameinsfelagið hevur júst stuðlað verkætlanini við 300.000 kr, harav eru 100.000 kr frá Bót til Bata, sum er ein bólkur fyri kvinnur við bróstkrabba.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari: “Við stuðlinum frá Krabbameinsfelagnum kunnu vit víðka verkætlanina og koma nærri ásettu málunum. Verkætlanin fer væntandi at økja vitanina um bróstkrabba í Føroyum og leggja lunnar undir ílegukanningar, sum eru lagaðar serliga til føroyingar.”

 

Hvørjar ílegur kunnu geva bróstkrabba

Týskvøldið 4. januar 2022 varð framløga hjá Noomi O. Gregersen um bróstkrabba í Føroyum víst í Kringvarpinum. Hon greiddi frá um HBOC-verkætlanina, sum Krabbameinsfelagið hevur stuðlað, og sum m.a. hevur til endamáls at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til arvaligan bróstkrabba í Føroyum. Verkætlanin er skipað soleiðis, at ílegudátur hjá einum sjúkubólki eru samanbornar við dáturnar hjá einum bólki av frískum kvinnum, sum eru partur av FarGen-verkætlanini. Nakrar av fyribils niðurstøðunum frá kanningunum eru:

 

  • At BRCA1- og BRCA2-fráfrigdi eru at finna hjá føroyskum kvinnum, men talan er ikki um sjúkuelvandi frábrigdi her
  • At onnur ílegufrábrigdi enn BRCA1 og BRCA2 eisini kunnu elva til bróstkrabba
  • Til ber ikki at ávísa eitt ítøkiligt samband millum ávís ílegufrábrigdi og bróstkrabba, men hugt eigur at verða nærri at ávísum ílegum.
  • Neyðugt er at kanna fleiri fólk, sum hava ella hava havt bróstkrabba, áðrenn eitt ílegu-panel kann gerast, sum kannar ávísar ílegu variantar, sum finnast hjá føroyingum. Hetta merkir at ílegukanningin gerst meiri málrættað til føroyskar sjúklingar, og kann fáa stóran týdning fyri hvussu vit veita arvafrøðiliga ráðgeving í Føroyum.

 

Framløgan er tøk á heimasíðu Kringvarpsins: https://kvf.fo/sending/visindavoka-fyrilestrar?sid=130881

 

Noomi O. Gregersen er PhD í mýlavísindum og er verkætlanarleiðari í FarGen og í HBOC-verkætlanini.

 

Verkætlanin byrjaði í 2018 og úrslitini verða skjótt útgivin sum grein í einum vísindarligum tíðarriti. Næsta stig í verkætlanini verður at gera RNA lesing til forsøgn av krabbameinsviðgerð við støði í krabbavevnaði. Hesin partur fer væntandi í gongd í vár og er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Medisinska depilin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum, deildina fyri Genomiskt Medicin á Ríkissjúkrahúsinum, donsku fyritøkuna AIDA, og griksku fyritøkuna JADBio.

 

Verkætlanin er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið, Rískisjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, er verkætlanarleiðari og Bjarni á Steig, yvirlækni, er kliniskur ábyrgdarahavi. Umframt stuðulin frá Krabbameinsfelagnum hevur verkætlanin fígging frá Sjúkrakassagrunninum og Granskingarráðnum.

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim