Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Um felagið

  • Nevndin
  • Starvsfólk
  • Viðtøkur felagsins
  • Virkið felag síðan 1979
  • Búmerkið
  • Ársfrágreiðing
  • Heilsan frá Siri Stenberg
  • Krabbameinsætlanin
  • Tilmæli um palliatión
  • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
  • Limaskapir
  • Greinar

Nýggj Krabbameinsætlan fyri Føroyar varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum á vári 2022. Aðalmálið við ætlanini er, at størri áherðsla á fyribyrging skal minka um títtleikan av krabbasjúkum, og at betri viðgerðartilboð skulu tryggja, at fleiri blíva frísk ella kunnu liva leingi við sjúkuni.

 

Talið av krabbameinstilburðum hevur verið vaksandi seinnu árini. Í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar verður sipað til gransking sum vísur, at talið av staðfestum krabbatilburðum er vaksið frá sløkum 200 í 2007 til upp móti 250 tilburðum í 2019. Talið av teimum, ið doyggja, hevur tíbetur ikki hevur fylgt við, men hevur flestu árini ligið rættiliga støðugt um 100 árliga. Samstundis hevur gongdin verið tann, at tað eru munandi fleiri, ið nú liva fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest. Føroyar eru tó framvegis ein eftirbátur samanborið við onnur Norðurlond, tí tað eru uppaftur fleiri í okkara grannalondum, ið eru á lívi fimm ár eftir, at sjúkan varð staðfest.

 

Í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar eru 69 tilmæli, sum fevna um m.a. herd átøk ímóti royking, screening fyri tarmkrabba og víðkað tilboð um screening fyri lívmóðurhálskrabba, endurmenning av krabbameinssjúklingum, einfaldari ávísingarskipan, endurnýggjan av viðgerðartólum, raðfesting av palliasjón og nógv annað.

 

Somuleiðis var mælt til at seta eitt Krabbameinsráð, sum skal ráðgeva, hvussu og í hvørjari raðfylgju tilmælini í Krabbameinsætlanini skulu setast í verk. Krabbameinsráðið hevur latið landsstýriskvinnuni sítt fyrsta tilmæli og í hesum verður mælt til at raðfesta fýra tiltøk í 2023. Eitt av hesum tilmælum er at seta í verk eina nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan (við útgreiningareind) og hevur landsstýriskvinnan í hesum sambandi biðið Sjúkrahúsverkið seta ein arbeiðsbólk. Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var soljóðandi:

 

Sjúkrahúsverkið er biðið um at seta ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvussu ein nýggj ávísingar- og útgreiningarskipan – í samsvari við krabbameinsætlanina – kann verða sett í verk í Sjúkrahúsverkinum. Tilmælið er, at arbeiðið verður gjørt í samráð við kommunulæknaskipanina. Í tilmælinum eigur at verða gjørd ein tíðarætlan og kostnaðarætlan av at seta eina nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan í verk. LES MEIRA HER.

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim