Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Um felagið

  • Nevndin
  • Starvsfólk
  • Viðtøkur felagsins
  • Virkið felag síðan 1979
  • Búmerkið
  • Ársfrágreiðing
  • Heilsan frá Siri Stenberg
  • Krabbameinsætlanin
  • Tilmæli um palliatión
  • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
  • Limaskapir
  • Greinar

Krabbameinsfelagið gevur vón og bjargar lívum


Arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum er gull vert. Bæði í mínum yrki og sum avvarðandi havi eg sæð tann linna og ágóða, sum sjúklingar og familja fáa av teimum mongu tiltøkum, sum felagið skipar fyri.


Krabbamein er í dag ein vanlig sjúka. Sagt verður, at triði hvør fær krabbamein onkuntíð í lívinum, og at hini bæði verða avvarðandi. Tá krabbameinsfeløg vórðu sett á stovn fyri 80-90 árum síðan, var fremsta uppgávan at viðgera fyri krabba. Aftrat hesum stuðlaðu feløgini gransking á krabbameinsøkinum, sum tá á døgum ofta ar á royndarstøði, og kunnaðu um sjúkuna og stuðlaðu sjúklingum í neyð.


Í dag fer sjálv viðgerðin fram í einum almennum høpi, meðan krabbameinsfeløgini eru flaggberi, tá tað snýr seg um hini økini. Eisini okkara Krabbameinsfelag gongur á odda hesum viðvíkjandi. 
At verða raktur av krabbameini hevur ikki bara eina kropsliga avleiðing. Sálarligi skelkurin, tá tú ella onkur av tínum nærmastu verða rakt, og strongdin í sambandi við drúgva viðgerð kunnu vera lemjandi. Somuleiðis hevur long sjúkralega, sum hjá okkum føroyingum eisini merkir nógvar møðsamar dagar í fremmandum umhvørvi í Danmark, gerast ein fíggjarligur smeitur. 


Fyri tey er arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum ótrúliga týðandi, ja, viðhvørt altavgerandi. Tá náttin kennist myrkast, er felagið við at kynda eina vón. Viðhvørt er tað ein telefonviðtala ella ein sjálvhjálparbólkur, viðhvørt er tað við fíggjarligum stuðli til børn og familjur teirra. Tú kanst siga, at Krabbameinsfelagið tekur við, tá tað almenna ikki longur røkkur.    


Krabbameinsfelagið arbeiðir bæði við at stuðla og hjálpa krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra í dag, men ein stórur partur av tí stuðli, sum felagið fær ígjøgnum stuðulstiltøk og annað, fer óskorin til krabbameinsgransking, so vit í framtíðini gerast enn betur at bjarga lívum. 


Soleiðis arbeiðir Krabbameinsfelagið miðvíst fyri, at viðgerðin í morgin gerst enn betri enn tann í dag. Hesin neistin er sjónligur í øllum arbeiðinum. Við jaligum hugburði og á uppbyggjandi hátt er felagið altíð til reiðar at ráðgeva og vísa okkum politikarum á gongdar leiðir á økinum. 


Krabbameinsfelagið eigur ein stóran leiklut í, at vit í 2009 fingu eina krabbameinsætlan. Nú átta ár eru liðin, og flest øll tilmælini í ætlanini eru sett í verk, er tíðin búgvin, at vit fara undir eina nýggja ætlan á økinum krabbameinssjúklingum at frama.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim