Nýggj krabbameinsætlan - tilmælini eru 69 í tali
Herd átøk ímóti royking, screena fyri tarmkrabba, einføld og gjøgnumskygd ávísingarskipan, heildartilgongdir og viðgerðartrygd, endurmenna krabbameinssjúklingar, endurnýggja viðgerðartól og uppraðfesta palliatión. Hetta eru nøkur av tilmælunum í nýggju krabbameinsætlanini.
Fríggjadagin 8. apríl fekk Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, handaða nýggju krabbameinsætlanina. Í krabbameinsætlanini eru 69 tilmæli, og tey eru um fyribyrging, screening, betur samskipaða sjúklingagongd, endurmenning, palliatión og hvussu bøtt skal verða um hagtalsgrundarlagið.
Betur samskipaða sjúklingagongd
Í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív. Tíbetur eru fleiri og fleiri sum fáa heilsubót. Tað vísa millum annað hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíverri, at av Norðurlondum liggja vit aftast.
Tá ið bilbugt skal fáast við krabbameinssjúku, er tíðin ógvuliga týðandi. Tað er tí gleðiligt, at í nýggju krabbameinsælanini er stívliga ein triðingur av tilmælunum um betur samskipaða sjúklingagongd, frá illgruna til ávísing og frá ávísing til viðgerð. Tað eru millum annað tilmæli um einfalda og gjøgnumskygda ávísingarskipan, um at heildartilgongdir (krabbameinspakkar) og viðgerðartrygd verða sett í verk, og at viðgerðartólini verða endurnýggjað.
Fyribyrging
Besta trygdin fyri at færri fara at doyggja av krabbameini, er at færri fáa krabbamein. Størsta einstaka atvoldin til krabbamein er tubbak. Tilmælini um fyribyrging eru millum annað at hækka prísin á tubbaksvørum, at avmarkað skal verða, hvør hevur loyvi at selja tubbak, og at størri dentur verður lagdur á at skipa fyri átøkum, sum hava til endamáls at forða fyri, at børn og ung fara at roykja.
Eisini er gleðiligt, at mælt verður til, at nýggj fólkaheilsuætlan verður orðað, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum heild.
Endurmenning
Viðgerðirnar verða alsamt betri, og tí eru eisini fleiri sum fáa góða hjálp og eisini heilsubót fyri krabbamein. Nógv fáa tíverri hjáárin at dragast við, hjáárin sum í summum førum broyta lívsumstøðurnar heilt nógv.
Fleiri tilmæli eru um endurmenning og eitt av teimum er at seta eina endurmenningareind á stovn í heilsuverkinum. Eindin skal verða grundað á alla lívsstøðuna, og møguleiki skal vera fyri likmaligari venjing, ráðgeving, samrøðum og tílíkum. Endurmenningin skal verða hugsað sum eitt tvørfakligt viðgerðartilboð, sum verður veitt tvørtur um skipanir, bæði í heilsuverki, almannaverki og kommunum.
Palliatión
Tíverri eru enn nógvir krabbameinssjúklingar, sum ikki verða frískir. Nógv sjúk mugu tí koma til sættis við, at tey fara at doyggja av sjúkuni. Tá er ógvuliga týðandi, at tey kunnu kenna seg trygg og vita, at tey fáa góða tænastu og hjálp, eisini seinastu tíðina.
Tvey av tilmælunum um palliatión eru, at sjúkrahúsleiðslan ger tilmæli um, hvar palliativa deildin skal verða staðsett á Landssjúkrahúsinum, og at palliatión verður skipað sum landsumfatandi tænasta í sjúkrahúsverkinum. Leiðandi palliativur lækni skal skipa fyri, at økið verður formliga skipað við greiðum ábyrgdarbýti millum land, almannaverk og kommunurnar.
Hagtøl
Krabbamein er ein av stóru sjúkubólkunum, og tí er týdningarmikið at hava góð hagtøl, sum geva so gott grundarlag sum til ber, bæði til nýggj átøk og at bøta um verandi viðurskifti.
Samanborið við grannalondini, so er minni arbeiðsorka sett av til at savna og skráseta føroysk krabbameinshagtøl. Skrásetingarnar verða í flestum førum viðgjørdar manuelt. Ein trupulleiki við tí vísir seg at vera, at feilir kunnu koma í onkrar skrásetingar. Tað kann bæði vera, at diagnosan ikki er heilt røtt, og at tilburðir ikki verða rætt skrásettir.
Farið er undir at fáa betri skrásetingarmannagondir og eisini betri skrásetingarskipan. Sum nú er, er skrásetingin skipað, men týdningarmikið er, at onkur fær ábyrgd at greina tølini.
Nøkur av tilmælunum eru, at væl meiri arbeiðsorka verður sett til at taka sær av krabbameinsskráseting, at skrásetingin í Talgildu Heilsuskipanini verður betur skipað, og at tað verður lætt at fáa upplýsingar úr skipanini aftur.
Eitt megnar avrik
Nýggja krabbameinsætlanin er rúgvusmikið verk, heilar 216 síður. Nógv arbeiðsorka er løgd í, og tilsamans hava fleiri enn 40 fólk verið við í arbeiðinum – í stýrsbólki, verkætlanarbólki, tilvísíngarbólki og sum ráðgevar.
Størsta arbeiðsbyrðan hevur ligið á verkætlanarbólkinum. Níggju fólk hava mannað verkætlanarbólkin, og tað eru starvsfólk úr Heilsumálaráðnum, læknar og sjúkrarøktarfrøðingur úr Heilsuverkinum, kommunulækni og dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum. Jan, Petur, Kristianna, Irena, Tordis, Eyðfinnur, Elin, Bjarni og Jansy – stóra tøkk fyri tykkara megnaravrik.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal eisini hava tøkk fyri, at hann setti sjøtul á hetta arbeiðið. Tað var fyrsta stigið, sum er fortreytin fyri øllum.
Nýggja krabbameinsætlanin ger okkum vónrík. So hvørt sum hesi 69 tilmælini fara at verða sett í verk, gevur tað okkum vón um betri fyribyrging, betur samskipaða sjúkugongd, endurmenning, palliatión og betri hagtalsgrundarlag.