BØRN OG SORG
Hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja
Tá ið børn uppliva, at onkur í nærmastu familjuni er álvarsliga sjúkur ella doyr, ræður um at hava í huga, at mátin, barnið syrgir uppá, botnar í, at tað ikki bara er ein avvarðandi hjá barninum, sum er deyður ella er álvarsliga sjúkur, men at tað harumframt eisini eru lívskorini hjá barninum, sum eru kollveltandi broytt.
Barnið hevur tørv á hjálp frá teim vaksnu, so tað megnar broyttu lívskorini, sama hvat orsøkin til sjúkuna ella deyðan er, ella hvussu ógvuslig støðan er. Men tá ið sorgarleikurin rakar – og tað hendir tíanverri nógv oftari, enn vit brýggja okkum um at hugsa um – tá kunnu vit ikki longur bara lata ábyrgdina fyri trivnaðin hjá barninum upp í hendurnar á foreldrunum og teimum avvarðandi. Fleiri mugu hjálpa til.
Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tá ið álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teim avvarðandi, eisini hjá børnunum. Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet, tá sorg, sjúka og deyði kemur inn í livið hjá børnunum. Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til skeið og fyrilestur um, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja.
Krabbameinsfelagið hevur fleiri ferðir skipað fyri skeiði í sorgartilbúgving. Fyrstu ferð var í 1998, aðru ferð í 2000, triðju ferð í 2005 og aftur í september 2022.
Soleiðis, sum vit hava innrættað samfelagið í dag, eiga vit eisini at hugsa um at inndraga tey vaksnu, sum frá mánadag til fríggjadag eru um barnið í dagtímunum - ofta í nógv størri mun enn foreldrini sjálvi. T.v.s. námsfrøðingar, hjálparfólk, lærarar, heilsustarvsfólk, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, prestar og starvsfólk í frítíðartilboðum. Umframt onnur avvarðandi sum eru rundanum barnið. Øll hesi kunnu hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at barnið kemur trygt ígjøgnum barnaárini hóast sorg, sakn og pínu.
Sorg er ikki ein sjúka, men ógvislig lívskor hjá okkum menniskjum. Vit vaksnu eru sum heild betur brynjað at handfara sorg, men børnini hava ein serligan tørv, tá ið foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Vit vita, at sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg standa einsamøll í sorgini. Tað er týðandi, at tað verður handlað skjótt og væl, tí seinárin av sorg geva børnunum enn fleiri trupulleikar at dragast við. Skeiðið skal tí styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin.
Miðað verður eftir, at allir skúlar, barnagarðar og stovnar, ið varða av børnum, hava eina sorgartilbúgving. Sorgartilbúgvingin skal hava greiða ætlan og neyvar leiðreglur fyri, hvussu borið skal verða at í kreppustøðum sum hesum, tá ið børn verða rakt av sorg. Fleiri skúlar og barnagarðar í Føroyum hava slíkar ætlanir, men málið er at øll skulu hava eina tilbúgving, ið er laga til tørvin hjá hvørjum einkultum skúla ella stovni.