Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • HPV-koppseting
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • Sólráð
  • Gransking

Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast

 

Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast

Serfrøðin annaðhvørt veit ella hevur varhugan av, at fleiri ymisk viðurskifti kunnu elva til krabbamein, m.a. royking, alkohol, vandamiklar geislingar, skeivur kostur, yvirvekt og kropsligt óvirkni. Nógv kann tí gerast at fyribyrgja krabbameini, so talið á tilburðum minkar. Mælt verður staðiliga til hetta í almennu krabbameinsætlanini

 

Allir krabbatilburðir kunnu ivaleyst ikki fyribyrgjast, tí í fleiri førum gera ymisk viðurskifti seg galdandi, ið tilsamans hava við sær krabbasjúku. Men fleiri kunnu fyribyrgjast, verður staðfest í almennu krabbameinsætlanini frá 2009. Her eru nøkur av økjunum, sum verða nevnd í krabbameinsætlanini.

 

Royking

Hildið verður, at 25-30 prosent av øllum krabbatilburðum í vesturheiminum kunnu setast í samband við tubbak. Kanningar í Evropa, Japan og Norðuramerika vísa, at 87-91 prosent av tilburðunum av lungnakrabba hjá monnum og 5786 prosent hjá kvinnum standast av royking. Royking elvir eisini til krabba í vælindum, barkakýla, munnholu, bløðru, brisi og aðrastaðni.

 

Krabbameinsætlanin mælti til, at fleiri avgjøld skuldu leggjast á sigarettir, bann skuldi setast fyri lýsingum fyri royking, almenn rúm skuldu gerast roykfrí, heilsuávaringar skuldu á pakkarnar, lægri tjøruinnihald skuldi í sigarettirnar, frálæra skuldi gevast um skaðiliga árinið av sigarettum o.s.fr. Nógv av hesum tiltøkunum eru síðan sett í verk, og talið á roykjarum minkar.

 

Gevst tú at roykja, minkar váðin fyri at fáa krabbamein skjótt.

 

Yvirvekt

Fiti hevur ringa ávirkan á heilsuna og kann vera bæði orsøk til sjúku og deyða. Næst royking er fiti tann størsta orsøkin til kroniskar sjúkur í vesturheiminum, serliga sukursjúkur, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Fiti økir um vandan fyri krabbameini ymsastaðni í kroppinum, m.a. langanum, brósti, lív móð ur, nýra og vælindi.


Haraftrat økist váðin fyri øðrum krabbameinssløgum. Roknað er út, at í Vest ur evropa eru yvirvekt og fiti orsøk til 11 prosent av øll um til burð um av krabbameini í langanum, 9 prosent av øllum tilburð um av bróstakrabba, 39 prosent av tilburðunum í lívmóðrini, 37 prosent av tilburðunum í vælindum og um 25 prosent í nýrunum og gallinum.

 

Mælt verður til at ansa eftir vekt ini, tí heilsuskaðiligt er at viga ov nógv.

 

Kropsligt virkni

Nógvar kanningar eru gjørdar um sambandið millum kropsligt virkni og vandan fyri at fáa krabbamein. Ferð eftir ferð er ávíst, at eru vit javnan virkin á onkran hátt, kann hetta minka um vandan fyri krabbameini. Verjandi ávirkanin, sum kropsligt virkni hevur mótvegis krabbameini, økist munandi, jú virknari vit eru.

 

Talan kann vera um ein hálvan tíma um dagin tríggjar dagar um vikuna. Uppaftur meira orku krevjandi kropsligt virkni fleiri ferðir um vikuna kann geva fleiri fyrimunir at fyribyrgja krabbameini. Ávíst er, at kropsligt óvirkni kostar mannalív, og í meðal styttist lívið við kropsligum óvirkni um fimm ár.

 

Rátt verður tó til, at persónar við hjarta- og æðrasjúkum eru hóvligir, tá teir íðka.

 

Kostvanar

Nógv er granskað í sambandinum millum kost og krabbamein. Gransk arar eru samdir um, at kostur kann elva til krabbamein, men haldgóð prógv fyri saman hanginum eru ikki. Gransking bendir tó á, at frukt og grønmeti fyribyrgja 
ávísum krabbameinssløgum, meðan reytt kjøt økir um vandan fyri at menna krabbamein, hóast hetta sambandið er óvist.

 

Títtleikin av fleiri krabba meinssløgum er minni í Suður evropa enn norðanfyri. Mett verður, at atvoldin til hetta er kostur við lægri innihaldi av djórafeitti og kjøti og hægri innihaldi av fiski, olivenolju, grønmeti, frukt, kornúrdráttum og hóvligari nýtslu av rúsdrekka. Hóast ábendingar eru um eitt samband, er tað ikki prógvað.

 

Tilmælt verður tó at eta nógva frukt og nógv grønmeti.

 

Rúsdrekka

Samband er ávíst millum rúsdrekka og krabbamein. Í londum við há inntøkum er mett, at 5 prosent av samlaða deyðatalinum vegna krabbamein standast av rúsdrekka. Vandin fyri at fáa krabbamein økist við nøgdini av nýttum rúsdrekka og tykist ikki at vera ávirkað av drekkimynstrinum ella av, hvat slag av alkoholiskum drykkjum verður nýtt.

 

Ávíst er, at rúsdrekka økir um vandan fyri krabbameini í munnholu, svølgi, barkakýla og vælindi. Vandin hevur lyndi til at økjast við mongdini, men til ber ikki at áseta eitt týðiligt lágmark, har ongi árin eru. Um tú eisini roykir, økist vandin munandi. Vandin fyri nevndu krabba meinssløgum hevði verið sera lítil, um fólk í evropeisku londunum hvørki drukku ella royktu.

 

Drekk við máta, tí rúsdrekka hevur skaðiliga ávirkan.

 

Sólarljós

Húðkrabbi sæst oftast hjá fólkum við ljósum holdi. Flestu tilburðirnir eru, har fólk við ljósari húð eru fyri nógvari ultraviolettari geisling. Størsta umhvørvisliga orsøkin til húðkrabba er at vera nógv í sól. UVgeislingar í sólarljósinum verða mettar at elva til húðkrabba. Móður merkjakrabbi er tað slagið av húðkrabba, har vandin er størstur fyri spjaðing og deyða.

 

Fólk, sum fyrr eru vorðin sólskáldað, eru í størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba. Útbreiðsl an av móðurmerkjakrabba er í tíðarskeiðnum frá 1960 til 1990 tvífaldað, og hetta kann standast av, at fólk hava verið meira úti í sólini farnu øldina og gingið nógv í solarium. Í dag er bannað fólki undir 18 ár at ganga í solarium í Før oyum. Hetta var eitt av til mælun um í krabbameinsætlanini.

 

Ver ansin í sólini – og far ikki í solarium!

 

Vandamikil evnir

Natúrlig og mannagjørd evni finn ast í umhvørvinum og á arbeiðlspássum, sum kunnu elva til krabbamein. Í dag er kunnleikin um, hvørji hesi evnini eru, betri enn fyrr, og hetta hevur havt við sær stóra minking í tilburðunum av krabbameini. At koma í vanda av umvhørvinum verður skilt soleiðis, at talan er um vandar, sum hvør einstakur ikki hevur rættiligt tamarhald á.

 

Dømi um hetta kunnu vera luftdálking, dálking av drekkivatni, passiv royking, ov nógv sólarljós, matvørudálking, dioxin, burturbeining av kemikalium frá ídnaði og annað. Tey sløgini av krabbameini, sum oftast knýta seg at arbeiðsplássum, eru lungnakrabbi, krabbamein í bløðruni, lungnahinnu, barka, livrini, nasaholu, blóðkrabbi og húðkrabbi.

 

Ansa eftir vandamiklum evnum í umhvørvinum!

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim