Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
    • 18 góð ráð - legg av at roykja
    • Hentar leinkjur
    • Upplýsing og faldarar
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • HPV-koppseting
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Sólráð
  • Gransking

Royking

 

Sambært ECAC kunnu 25‐30% av øllum krabbatilburðum í vesturheiminum setast í samband við tubbak. Kanningar í Europa, Japan og Norðuramerka vísa, at 87‐91% av tilburðunum av lungnakrabba hjá monnum, og 57‐86% av tilburðunum av lungnakrabba hjá konufólkum elvast av royking.

 

Talið á krabbameinstilburðum, ið stava frá vælindinum, barkakýlanum og munnholuni sum avleiðing av tubbaki, antin einsamalt ella í sambandi við alkoholnýtslu, er 43‐60%. Stórur partur av krabbameini í bløðru og brisi og ein lítil partur av krabbameini í nýra, maga, lívmóðurhálsi, nøs og myeloid blóðkrabba eru eisini elvd av tubbaksnýtslu.

 

Orsakað av drúgvari tilgerðartíð eru krabbameinstilburðirnir, sum vit síggja í dag og sum kunnu setast í samband við tubbak, elvdir av roykimynstrinum fleiri áratíggju aftur í tíðina. Við at gevast at roykja minkar tann hækkaði váðin fyri krabbameini, ið kann setast í samband við royking, skjótt. Ein gagnlig avleiðing er týðilig innan 5 ár, og henda veksur stígandi sum frá líður.

 

Royking elvir eisini til fleiri aðrar sjúkur – serstakliga roykjaralungu (eisini nevnt kronisk bronkitis) og økir um vandan fyri hjartasjúkum og hjartatilburði. Deyðatalið hjá persónum í miðjum aldri (35‐69 ár), sum hava roykt í nógv ár, er tríggjar ferðir hægri enn hjá persónum, ið ongantíð hava roykt. Áleið helvtin av roykjarunum, sum byrjaðu at roykja í ungum árum, doyggja orsakað av hesum vana.

 

Danska fyribyrgingarnevndin vísir á, at ein slakur fjórðingur at øllum árligum andlátum kann beinast beinleiðis aftur til royking. Samlaða miðal lívstíðin hjá dønum hevði verið 3 ár hægri, um eingin roykti í dag. Ein roykjari livir í miðal nærum 10 ár styttri enn ein persónur, ið ongantíð hevur roykt. Tað er nú greið vissa (evidensur) fyri, at um ein gevst at roykja, áðrenn tann fyrsta krabbameinskyknan ella onnur álvarsom sjúka mennist, kann sleppast undan vandanum fyri skerdari lívstíð, ið er tengdur at tubbaksroyking – eisini um ein gevst um miðjan aldur.

 

Meðan talið á ungdómum, ið byrja at roykja, verður ein avgerandi orsøk til vánaliga heilsu og deyðatal í seinnu helvt av hesi øldini, er tað talið av núverandi roykjarum, sum gevast at roykja, ið verður avgerandi fyri deyðatalið næstu áratíggjuni. Hesi krevja serligt uppmerksemi frá heilsumyndugleikunum í øllum Europa.

 

Eisini passiv royking hevur nógv skaðilig árin á persónar, sum anda royk inn í lunguni. Hetta hevur við sær øktan vanda fyri lungnakrabba og øðrum sjúkum. Hóast størsti vandin stendst av sigarettroyking, kunnu sigarir hava við sær sama vanda, um ein andar roykin inn í lunguni. Bæði sigar‐ og pípuroykjarar eru í sama vanda fyri at fáa krabbamein í munnholu, svølgi, barkakýla og vælindi.

 

kelda: Krabbameinsætlanin

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim