Sosialráðgevi Leif Olsen
Sosialráðgevi
Tørvar tær hjálp frá socialráðgeva, ert tú vælkomin at venda tær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.
Tá krabbameinsjúka rakar verða tann sjúki og tey avvarðandi ofta eisini rakt socialt, og nógvir socialir spurningar koma upp at venda. Vit bjóða tí ókeypis ráð og vegleiðing frá einum socialráðgeva.
Socialráðgevin kann hjálpa tær við at loysa ymiskar socialar spurningar, so sum ymisk rættindir í mun til fíggjarstøðu, sjúkrameldan, eftirløn, ansingarløn o.a.