Tann síðsta tíðin
Menniskju reagera ymiskt, tá ið allir møguleikar fyri lekjandi viðgerð eru troyttir, og ein fær linnandi (palliativa) viðgerð. Fyri summi fyllir spurningurin um lívið og deyðan nógv, og fyri onnur hevur tað týdning at liva so vanligt sum gjørligt.
Her kanst tú lesa eitt sindur um tankar og reaktiónir við lívslok, Palliativa toymið, stuðulsmøguleikar og fíggjarviðurskifti o.a.
Tankar og reaktiónir við lívslok (tá ið deyðin nærkast)
Tað er ymiskt, hvussu fólk við krabbameini reagera, tá ið tey fáa at vita, at krabbameinssjúkan ikki longur kann lekjast. Nógvir tankar og kenslur koma fram, sum kunnu skifta gjøgnum alla sjúkugongdina.
Skifta millum lívsgleði og sorg
Hóast ein hevur fingið at vita, at ein skal doyggja av sjúkuni, ber til at hava góðar dagar við nøgdsemi og gleði um at gera ymiskt, ið ein orkar, og sum gevur meining, ella at vera saman við familju og vinum.
At deyðin nærkast, kann hvessa evnini at vera í løtuni og njóta hana, smátt sum stórt, t.d. at síggja sólina rísa ella at njóta eitt hugnaligt prát ella eina vitjan. Fyri summi kennist tað óveruligt, at lívið tekur at halla. Onnur gerast óttafull og ørkymlað. Onkur hugsar um meiningina við lívinum, og uppaftur onnur eru avklárað og savna seg um at fáa tað besta burtur úr síðstu tíðini. Summi eru sorgarbundin og ótrygg við tankan um lívslok, og vónloysi og vreiði um støðuna fylla nógv, onnur halda fast í vónini um at sleppa at liva – møguliga til síðsta andadrátt. Hetta eru alt kenslur, ið eru vanligar í eini slíkari støðu, og tað er ikki óvanligt við upp- og niðurtúrum. Einki er rætt ella skeivt, og øll uppliva støðuna á ymsan hátt.
Ikki tørv á at tosa um deyðan
Summi vilja helst sleppa undan at hugsa um og tosa um deyðan. Tað nýtist ikki at merkja, at tey ikki hava góðtikið, at deyðin nærkast, men heldur er hetta ein háttur at handfara síðstu tíðina, har ein skumpar tankar um deyðan til viks og í staðin miðsavnar seg um tankar, ið hava við gerðir, upplivingar og tiltøk í gerandisdegnum at gera, sum ein gleðist um ella gleðir seg til at taka lut í.
Óvissa um deyðan kann vera ræðandi
Tankar um, nær og hvussu deyðin verður, kunnu fylla nógv. Tað kunnu vera tankar um svára pínu, um ein sovnar inn í deyðan, ella um ein er vakin til tað síðsta. Summi eru bangin fyri at vera einsamøll ella missa sína tign. Hjá nógvum er tankin um at siga farvæl við síni kæru torførur at góðtaka.
Einsemi
Tað er ikki óvanligt at føla seg tætt knýttan til onnur menniskju síðstu tíðina, men tað er eisini vanligt at at kenna seg einsamallan. Kenslan av einsemi er ikki treytað av, um ein er saman við øðrum ella ikki. Tað snýr seg meira um, at sama hvussu tætt kensluliga vit eru knýtt, so eru vit kortini skild sundur sum hvør sín persónur, og er tað ofta henda sundurskiljing, sum ein merkir so væl ta síðstu tíðina.
Fyri onkran er tað ein troyst at skifta tankar og kenslur við onnur, ið kunnu minka um kensluna av einsemi.
Tað kann eisini vera gevandi fyri tey avvarðandi at fáa tosað um, at deyðin nærkast. Tey avvarðandi eru ofta ein natúrligur partur av støðuni og hava tí eisini tankar og kenslur, sum minna um tær hjá tí sjúka.
Hvat hevur týdning júst nú?
Tá ið ein hevur fingið at vita, at lívið tekur at halla, gerst ein ofta meira tilvitaður um, hvussu ein vil nýta síðstu tíðina, og hvat hevur størstan týdning. Tankarnir snúgva seg ofta um:
- Havi eg hug at vera saman við nógvum fólkum, ella er tað betri fyri meg bert at vera saman við mínum nærmastu?
- Eru tað viðurskifti, ið mær manglar at fáa upp á pláss?
- Ella manglar mær at fáa sagt nakað við nakran?
Tað kann skapa ró og lætta um at royna at fáa stýr á viðurskiftum, ið fylla. Hetta kann gera, at ein betur fær miðsavnað seg um núið. T.d. ber til skriva brøv við ynskjum, ráðum ella góðum minnum til síni kæru ella leggja til rættis, hvørji ynski ein hevur í sambandi við jarðarferðina.
Tosa um óttan
Tað er vanligt at uppliva ótta, tá ið ein fær at vita, at sjúkan ikki longur kann lekjast ella haldast niðri. Nógv uppliva óttan fløkjasligan og torføran at handfara. Fyri summi hjálpir tað at royna at gera óttan meira ítøkiligan við at hava fokus á tað, sum órógvar og ørkymlar. Royna at gera nakað við tað, um tað ber til. Um ein t.d. óttast fyri at fáa nógva pínu, ber til at fáa hjálp við at tosa við læknan um, hvørjir møguleikar eru fyri linnan av pínu síðstu tíðina.
Hóast tað ikki altíð ber til ítøkiliga at handfara óttan, kann tað hjálpa at seta orð á stúranina ogsiga øðrum frá henni, soleiðis at tankarnir fara at fylla minni. Tað kann vera ein hjálp at skifta orð og tankar við næstringar ella tosa við ein serkønan.
Ráðgeving
Fyri summi er tað lættari at tosa við t.d. lækna, sálarfrøðing, sjúkrarøktarfrøðing ella prest um sínar tankar og um at doyggja.
Hevur tú ella tín familja tørv á hjálp, ber eisini til at seta tykkum í samband við Krabbameinsfelagið fyri at fáa ráðgeving og stuðul.
Bøkur, ið kunnu hjálpa
Fyri nøkur álvarsliga sjúk gevur tað góða meining at lesa bøkur um at siga lívinum farvæl. Hetta kann greiða so mangt. Bøkurnar kunnu eisini vera ein hjálp fyri tey avvarðandi.
Finn bøkur um tað síðstu tíðina her https://www.cancer.dk/hjaelp-viden/andres-erfaringer/boeger-om-kraeft/
At tosa við við tey, sum standa tær nær, um lívið og tað at skula doyggja
Ta síðstu tíðina er tað fyri summi gevandi og týdningarmikið at kunna tosa um lívið, ein hevur livað, og tað at skula doyggja. Tey hava kanska tørv á at tosa um upplivingar, tit hava havt saman, og eisini um, hvørji ynskini og tørvurin eru ta síðstu tíðina.
Fyri onkran eru myndir og filmsbrot frá ymsum hendingum og upplivingum, tit hava havt saman, góðar at tosa út frá. Hendan løtan kann eisini vera eitt gott høvi til at seta orð á, hvønn týdning tit hava fyri hvønn annan.
Hetta kann fyri teg, sum skjótt skal doyggja, hava týdning í sambandi við teir varðar, tú vilt leggja eftir teg, og hvussu tíni nærmastu fara at minnast teg og hava teg víðari við í sínum lívi.
Vit eru tó so ymisk. Fyri summi kann tað vera púra natúrligt at tosa um tað at skula doyggja. Fyri onnur kann hetta vera sera torført og sera svárt.
Týdningurin av at fáa sett orð á møgulig ynskir um tíðina fram til deyðan
Tað kann vera sera torført hjá teimum avvarðandi at vita, hvat tann, sum er sjúkur, hevur tørv á at tosa um viðvíkjandi tí at skula doyggja. Tað kann vera gott at hava dirvi at seta orð á júst hetta. Spurningar sum: Hvussu nógv skal hetta prátið fylla í gerandisdegnum hjá hvørjum einstøkum í familjuni? Hvørjir eru tørvirnir hjá tí einstaka hesa tíðina?
Tað kunnu vera umstøður, ið gera, at tann, sum er sjúkur, ella tann, ið er avvarðandi, ikki klára at tosa um hesa torføru og sváru støðu júst nú. Tá er tað umráðandi, at tit saman avtala eina aðra tíð, sum passar betur, soleiðis at tit fáa tosað um hetta. Ofta er hetta prátið sera gevandi og umráðandi áðrenn deyðan og hevur ofta við sær, at alt kennist nógv lættari at fara ígjøgnum, hóast tíðin er svár.
Tað kann vera gott at tosa um, hvussu nógvar og hvørjar vitjanir, ein orkar at hava, og hvussu leingi tey vitjandi kunnu steðga. Hvussu við at tosa í telefon? Og hvussu við telefonboðum? Og hvussu við samskifti á Facebook ella øðrum sosialum miðlum? Hetta eru spurningar, sum eru góðir at tosa um og fáa greiðu á við síni nærmastu.
Hvussu við loyniorðum til t.d. teldu og telefon? Hvør skal umsita hetta, og kunnu tað vera upplýsingar og myndir, sum tey nærmastu kunnu fáa gleði av, tá ið viðkomandi ikki er her longur?
Eisini er tað gott hjá tí, sum skal doyggja, at fáa tosað við avvarðandi um føðslu (mat), hvussu nógv ein megnar at eta og drekka, og møgulig ynskir í sambandi við hetta.
Í sambandi við ynskir hjá tí, sum skal doyggja, er tað umráðandi at nevna, at tað kunnu vera ynskir, sum eru ógjørlig ella torfør hjá teimum avvarðandi at uppfylla. Tað kann t.d. vera ynski um at doyggja heima. Sjúkan og aðrar umstøður kunnu gera, at hetta er ógjørligt. Tí er tað sera umráðandi, at familjan tosar saman um hesa støðuna, og at tora at vera erligur, soleiðis at seinasta tíðin gerst góð og virðilig. Tit kunnu eisini fáa hjálp til hesa samrøðu frá lækna, sjúkrarøktarfrøðingi, Krabbameinsfelagnum ella øðrum, tit hava álit á.
At tosa um jarðarferð
Fyri summi er tað gott og týdningarmikið at vera við til at leggja til rættis sína komandi jarðarferð. So sum val av sangum, og hvør skal tala, hvat skal sigast, og hvør skal bera.
Brøv
Fyri onkran gevur tað meining at skriva brøv til síni avvarðandi. Tað kann vera ymiskt, hvat fólk hava tørv á at skriva. T.d. hvønn týdning viðkomandi hevur havt fyri ein, skriva um lívsvirðir, ið kennast umráðandi at geva víðari, um minnir og upplivingar, tit hava havt saman.
Tað kunnu vera brøv til møguligar merkisdagar, sum tann doyggjandi kundi hugsað sær at verið við til og upplivað. Tað kunnu vera føðingardagar, brúdleyp og aðrir merkisdagar hjá børnunum ella ommu- og abbabørnum. Hetta kann vera ein stór gáva til tey nærmastu at fáa og eiga.
Ein annar máti er at tosa inn á band ella gera filmsbrot, t.d. siga søgur fyri børnum, ommu/abbabørnum.
At taka og framkalla myndir, gera myndabøkur og gera viðmerkingar til myndirnar.
At geva burtur arvalutir og greiða frá søguni aftanfyri.
Ikki hug at tosa um at doyggja
Tað eru ikki øll, sum megna ella hava tørv á at tosa um at doyggja. Fyri tey kann tað hava størri týdning at tosa um gerandisdagin og lívið her og nú. Hetta nýtist ikki at vera eitt tekin um, at tey ikki hava skilt, at tey skulu doyggja. Hetta kann ístaðin verða ein háttur at koma ígjøgnum hesa sváru tíð.
Summi uppliva, at avvarðandi vilja tosa við tey, sum eru sjúk, um, at tey skjótt skulu doyggja. Tá er gott at royna at møta teimum eina løtu, men kortini vera erligur og fáa sagt, at ein vil sleppa at vera í lívinum, og tosa um tað. Um avvarðandi framvegis hava tørv á at tosa um deyðan, kann tað vera ein hjálp t.d., at tann sjúki skrivar til teirra ístaðin.
Hjá summum kann tað vera ov svárt at seta orð á. Sum familja vilja vit altíð spara og verja hvør annan, og vit megna ikki at síggja okkara avvarðandi gerast kedd.
Fyri onkran er tað at seta orð á at skula doyggja tað sama sum at hava ”givið upp”.
Um tú eigur smá børn og skalt doyggja
Hetta verður altíð ein serlig støða. Hvussu kanst tú á bestan hátt vera við til at fyrireika tíni børn? Tú kanst lesa meira um evnið á heimasíðuni hjá Kræftens Bekæmpelse, sí leinkjur:
Um tú skal doyggja frá tínum børnum: https://www.cancer.dk/hjaelp-viden/boern-og-unge/hvis-boern-og-unge-mister/hvis-du-skal-doe-fra-dine-boern/
Fyrireika børnini um deyðan: https://www.cancer.dk/hjaelp-viden/boern-og-unge/hvis-boern-og-unge-mister/hvis-du-skal-doe-fra-dine-boern/forbered-boernene-paa-doeden/
Um barnið ikki vil tosa um deyðan: https://www.cancer.dk/hjaelp-viden/boern-og-unge/hvis-boern-og-unge-mister/hvis-du-skal-doe-fra-dine-boern/forbered-boernene-paa-doeden/hvis-barnet-ikke-vil-tale-om-doeden/
Hvat hava børnini tørv á at vita um sjúku og viðgerð?: https://www.cancer.dk/hjaelp-viden/boern-og-unge/boern-i-kraeftramte-familier/boerns-behov-under-din-sygdom/hvad-boern-vide/
Tosa við børnini um tey góðu minnini: https://www.cancer.dk/hjaelp-viden/boern-og-unge/hvis-boern-og-unge-mister/hvis-du-skal-doe-fra-dine-boern/gode-minder/
Hava tú og tín familja tørv á hjálp í hesum sambandi, ber til at seta tykkum í samband við Krabbameinsfelagið og fáa ráð, vegleiðing og hjálp.
Hvar vil eg doyggja
Nógv vilja sleppa at doyggja heima í kendum umhvørvi. Onnur eru tryggari við tankan um at doyggja á sjúkrahúsi ella røktarheimi. Tú kanst tosa við tíni avvarðandi um, hvat tú helst vilt, hvat tað krevur, og hvørjir aðrir møguleikar eru.
Tosa eisini við lækna og sjúkrarøktarfrøðing ella Palliativa Toymið um, hvar og hvussu tit vilja hava ta síðstu tíðina at vera.
Palliativa toymið
Palliativa Toymið er eitt tilboð, ið er ætlað álvarsliga sjúkum krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi. Toymið veitir linnandi viðgerð og stuðul við tí fyri eyga at bøta um lívsdygdina bæði hjá sjúklinginum og avvarðandi.
Palliativa Toymið virkar fyri, at øll álvarsliga sjúk fólk skulu hava møguleikan at verða í tí umhvørvi, sum tey sjálvi vilja, um talan so er um sjúkrahús, røktarheim/sambýli ella í egnum heimi.
Palliativa Toymið tekur støði í heildarmeting av tí sjúka viðvíkjandi fysisku, sálarligu, sosialu og eksistensiellu/andaligu trupulleikum. Palliativa Toymið samskipar eisini sjúkugongdina viðvíkjandi sjúkrahúsi, heimarøkt, herundir heimavitjan av sjúkrarøktarfrøðingi, hjálpitólum, kommunulækna v.m.
Samband við Palliativa Toymið fæst við ávísing frá kommunulækna ella tí sjúkrahúsdeild, tú ert knýttur at. Toymið setur seg í samband við teg og bjóðar til eina samrøðu og tørvsmetan.
Palliativa Toymið hoyrir undir medisinska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum. Í Palliativa Toyminum eru serlækni og sjúkrarøktarfrøðingar við sergrein í linnandi (palliativari) viðgerð.
Samband fæst við toymið á telefon 304599 lokal 6265 mánadag til hósdag millum kl. 08.30 og 15.30 og fríggjadag frá kl. 08.30 til kl. 14.00.
Hevur tú tørv á hjálp/stuðli uttan fyri hesar tíðir, kanst tú seta teg í samband við deildina, tú ert innlagdur á (opin innlegging).
Sosialráðgevi
Tá ið krabbameinsjúka rakar, verða tann sjúki og tey avvarðandi ofta eisini rakt sosialt og fíggjarliga, og nógvir spurningar koma upp at venda. Krabbameinsfelagið bjóðar tí ókeypis ráð og vegleiðing frá einum sosialráðgeva.
Tað kann kennast sera tungt at seta seg inn í, hvønn stuðul ein hevur rætt til, tá ið ein gerst álvarsliga sjúkur. Sosialráðgevin hjá Krabbameinsfelagnum kann hjálpa tær við at loysa ymiskar sosialar spurningar, so sum ymisk rættindi viðvíkjandi fíggjarstøðu, sjúkrameldan, eftirløn, ansingarløn o.ø.
Eisini kann sosialráðgevin hjálpa tær at fylla út tey røttu umsóknarbløðini og siga tær, hvønn tú møguliga skalt venda tær til fyri at fáa hjálp og stuðul.
Tørvar tær hjálp frá sosialráðgeva, ert tú vælkomin at venda tær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella við telduposti til kmf@krabbamein.fo.
Fíggjarviðurskifti – hvat skal eg hugsa um
Í sambandi við eitt deyðsfall steingir bankin allar bankakontur hjá tí, sum er deyð/ur, eisini møguligar felagskontur. Tað er umráðandi at hugsa um, at eftirsitandi maki hevur pening á kontu í egnum navni, so at makin ikki er í vanda fyri at standa í bráðfeingis peningatroti og ikki hevur møguleika at gjalda lán og rokningar v.m.
Tað er Skiftirætturin, ið ræður yvir virðum og ognum, sum tann deyði átti, til avgerð er tikin um, hvussu búgvið skal viðgerast og gerast upp.
Tryggingar – lívstrygging og hættislig sjúka
Hevur tú fleiri tryggingar, t.d. ígjøgnum tín banka, títt fakfelag, privata lívstrygging v.m., er gott at hava í huga, at at persónstryggingar ikki eru knýttar hvør at aðrari. Tað vil siga, at tú hevur rætt til útgjald frá øllum teimum persónstryggingum, tú/tit hava teknað, har treytirnar fyri útgjaldi eru fyltar. Set teg í samband við fakfelag, banka og tryggingarfelag fyri at vita, hvørjum tryggingum tú ert fevnd/ur av.
Lívstrygging (við deyða) – Tryggingin verður útgoldin til næsta avvarðandi. Tað vil siga, at um tú ert gift/ur, so verður tryggingin útgoldin til hjúnafelagan. Ert tú ikki gift/ur, verður tryggingin útgoldin til næsta avvarðandi (børn ella foreldur). Um tú ikki ert gift/ur og vilt, at samlivarin skal arva lívstryggingina, er tað umráðandi, at hetta verður tilskilað í tryggingini.
Tryggingar og pensjónir, sum hava til endamáls at rinda til lívsins uppihald hjá eftirsitandi, fara beinleiðis uttan um búgvið til næsta avvarðandi ella tann, sum er tilskilaður at fáa tær.
Tá ið deyðin er nær – arvur og testamenti
Tá ið ein av okkara næstringum doyr, skal støða takast til, hvussu búgvið skal viðgerast. Skiftirætturin er ein deild í Føroya rætti, sum tekur sær av at viðgera deyðsbúgv.
Óskift búgv
Óskift búgv merkir, at skiftið av felagsbúnum verður útsett, til eftirsitandi hjúnafelagi doyr. Ein avgerandi treyt fyri óskiftum búgvi er, at tann deyði átti børn. Í summum førum skal óskifta búgvið skiftast, eitt nú um eftirsitandi hjúnafelagi vil skifta ella giftast uppaftur, ella um arvingarnir undir ávísum treytum seta fram krav um skifti.
Í einum óskiftum búgvi átekur eftirsitandi hjúnafelagi sær alla skuld og kautiónir hjá tí deyða. Tað krevst ikki samtykki frá felagsbørnum fyri at sita í óskiftum búgvi.
Átti tann deyði serbørn, krevst samtykki frá teimum. Serbørnini kunnu ikki taka samtykkið aftur. Serbørn eru børn hjá tí deyða, men ikki børn hjá eftirsitandi hjúnafelaga. Til ber at skifta við serbørnini og sita í óskiftum búgvi við felagsbørnunum.
Er eftirsitandi hjúnafelagi undir trotabúarviðgerð, ella eigur hann ikki so mikið, at hann fær svarað hvørjum sítt, ber ikki til at sita í óskiftum búgvi.
Tað eru einans felagsognir, sum kunnu fara í tað óskifta búgvið. Um so er, at tann deyði átti nakað av serogn, skal hon skiftast beinanvegin og kann sostatt ikki verða partur av óskifta búnum. Støða má takast til, hvussu serognin skal skiftast. Arvingarnir eru vælkomnir at spyrja skiftirættin um møguligar skiftihættir fyri serognina.
Samlivandi, sum ikki eru gift, kunnu ikki sita í óskiftum búgvi.
Samlivandi, ikki gift – umráðandi at gera testamenti
Ert tú ikki gift/ur, men livir saman við einum, tú vilt hava at arva teg, er tað sera umráðandi, at tit gera eitt testamenti.
Nógv halda, at tey, sum hava livað saman í eitt ávíst tíðarskeið, av sær sjálvum arva hvørt annað. Soleiðis erikki. Um tit ikki hava gjørt eitt testamenti, arvar samlivarin einki. Hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri samlivaran og møgulig børn. Í ringasta føri kann samlivarin verða noydd/ur at flyta úr tykkara felags heimi.
Arvaliga sæð er tað eitt gott hugskot at gifta seg.
Arvabrøkar – Hjún við børnum
Hjúnafelagin arvar 1/3 av helvtini av felagsbúnum hjá hjúnunum. Hina helvtina eigur eftirlivandi hjúnafelagin.
Børnini arva 2/3 av helvtini av felagsbúnum hjá foreldrunum. Hina helvtina eigur tað eftirlivandi av foreldrunum. Hetta kann við testamenti gerast soleiðis, at børnini bert arva 1/3, og tað eftirlivandi av foreldrunum arvar 2/3 av felagsbúnum. Sostatt kann búgvið, ið skal skiftast, gerast minni, og tað eftirlivandi av foreldrunum fær betur møguleika at fóta sær aftur.
GG! Ógift samlivandi arva ikki hvørt annað.