Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
Arbeiðsgevari
Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein, skalt tú sum leiðari varða av starvsfólki, ið er komið í eina svára støðu. Harafturat skalt tú taka avgerðir um arbeiðsuppgávur og samskifti við tann sjúka.
Tað er ymiskt, hvussu tey, ið eru sjúk, fáa hildið fram at arbeiða, alt eftir hvat arbeiði talan er um, og hvussu viðkomandi hevur tað undir sjúku og viðgerð.
Her ber til at fáa kunning um, hvussu tú kanst handfara truplar støður, og hvussu tú kanst stuðla tí sjúka, bæði undir sjúkufráveru, og tá ið viðkomandi kemur aftur til arbeiðis.
Sjúkramelding, samband og samskifti undir sjúkufráveru
Tað er lættari bæði fyri tann sjúka og arbeiðsgevaran at halda sambandið undir sjúkufráveruni. Hetta ger tað eisini lættari fyri báðar partar, tá ið sjúki starvsfelagin kemur aftur til arbeiðis.
Fyri tey allarflestu er tað ein ógvuslig uppliving at fáa staðfest krabbamein. Hóast reaktiónin upp á sjúkustaðfesting ávirkar fólk ymiskt, er tann fyrsta tíðin ofta merkt av stúran, ótta, vreiði og skuldarkenslu. Í fyrstani hevur tann sjúki ofta ikki yvirskot ella hevur torført við at taka stig til at samskifta við arbeiðsplássið, umframt at tað er torført at siga nakað um tørvin á sjúkramelding og um, hvussu long sjúkugongdin verður.
Samskifti undir sjúku kann vera ymiskt, alt eftir um tann sjúki er til arbeiðis ella hevur tørv á at vera sjúkrameldaður í longri tíð. Summi hava ikki orku til at fara til arbeiðis og verða tí sjúkrameldað beinanvegin, sama um viðgerðin er byrjað ella ikki. Tað eru fleiri, ið fáa nógv hjáárin av viðgerðini, eitt nú møði, vaml og hava ilt við at miðsavna seg. Hetta ger tað torført at arbeiða. Onnur velja at fara til arbeiðis aftur, tá ið ein tíð er liðin, ella fara til arbeiðis í tann mun, orka er til tað. Hetta kann vera við til at skapa eitt frírúm fyri tann sjúka.
Sjúkufráverusamrøðan
Tað er gott at hava sjúkufráverusamrøðu, áðrenn alt ov long tíð er fráliðin. Samrøðan kann eisini vera gjøgnum telefon og kann m.a snúgva seg um, hvussu leingi tann sjúki væntar at vera sjúkrameldaður, og hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða undir sjúku. Leiðarin hevur ikki rætt til at spyrja tann sjúka, hvat bagir – tó velja tey flestu sjálvi at greiða frá hesum.
Tað kann vera, at tann fyrsta samrøðan ikki var nóg mikið til at fáa greiði á øllum viðurskiftum, ella samrøðan bleiv kanska av ongum, tí viðkomandi var sjúkrameldaður í stutta tíð. Tí kann tað vera gott við eini uppfylgjandi samrøðu t.d. 6–8 vikur eftir sjúkustaðfesting, fyri at tosa um m.a. sjúkuna, arbeiðið, starvsfelagar og tað fíggjarliga.
Áðrenn samrøðuna er tað eitt gott hugskot at fyrireika seg, seta seg inn í starvsfólkapolitikkin á arbeiðsplássinum, og hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða undir viðgerð. Hvørjar reglur arbeiðsplássið hevur til langtíðar sjúkufráveru, og hvørjir møguleikar eru fyri at varðveita arbeiðið hóast langtíðar sjúkramelding ella uppsøgn.
Á heimasíðuni hjá Styrelsen for Arbejdsmarked og Rekruttering í Danmark finnur tú góð ráð til samrøðuna:
Leinki: Styrelsen for Arbejdsmarked og Rekruttering – sygefraværssamtale
Uppfylgjandi samrøður
Um tann sjúki er sjúkur í longri tíð, kann tað vera eitt gott hugskot at hava samrøðu við viðkomandi við jøvnum millumbilum.
Her eru nøkur hugskot til evni at tosa um. Tað ber eisini til at gera eina dagsskrá áðrenn samrøðuna ella fundin og senda tað til tann sjúka, sum síðan hevur møguleika at leggja nøkur punkt afturat:
Sjúka og viðgerð
Spyr tann sjúka, hvussu hann/hon hevur tað. Møguliga kann tann sjúki í núverandi støðu siga eitt sindur meira um sjúku og viðgerð og um, hvørjar avleiðingar sjúkan fær fyri arbeiðið hjá viðkomandi. Spyr, um tørvur er á at vera heilt ella lutvíst sjúkrameldaður í styttri ella longri tíð.
Arbeiði og samband frameftir
Um starvsfelagin vil arbeiða undir sjúkugongdini, kunnu tit tosa um, hvørjar uppgávur viðkomandi megnar. Um tørvur er á sjúkramelding, kunnu tit avtala, hvussu tit halda sambandið við líka, hvussu ofta tit skulu tosa saman, o.s.fr.
Kunning til starvsfelagar
Avtala við tann sjúka, hvørjar upplýsningar starvsfelagar skulu hava. Skalt tú kunna onnur? Kunnu starvsfelagar ringja heim, ella er tað betri, um tað er ein, sum viðkomandi hevur tætt tilknýti til ella eitt álitisfólk, ið ger hetta og síðan kunnar hinar starvsfelagarnar? Um tann sjúki arbeiðir undir viðgerðargongdini, skal arbeiðspássið so virka sum eitt frírum frá tonkum um sjúku, ella er tað í lagi, at starvsfelagar spyrja, hvussu gongst, og hvussu viðkomandi hevur tað?
Fíggjarlig viðurskifti
Kunna um løn undir sjúku og ger vart við, at fleiri pensjónsfeløg, fakfeløg og persónstryggingar gjalda út pening í sambandi við álvarsliga sjúku. Greið eisini frá, hvørjir møguleikar eru fyri vegleiðing frá tí almenna um fíggjarligan og sosialan stuðul undir sjúku.
GG! Minnist til at avtala tíð og stað til næsta fund
Um viðgerðargongdin ella sjúkufráveran sær út til at gerast long, kann tað vera ein fyrimunur fyri báðar partar at møtast javnan. Hetta kann eisini gerast, tá ið viðkomandi kortini vitjar á arbeiðsplássinum. Tann sjúki hevur møguleika at greiða frá, hvussu gongur, og møguligar avtalur kunnu rættast til.
Um arbeiðsplássið heldur sambandið við tann sjúka, er tað ofta lættari hjá viðkomandi at koma aftur til arbeiðis.
Starvsfólk, ið hava verið sjúk av krabbameini, eru ofta ávirkað av sjúkuni og viðgerðini, so tað kann taka langa tíð at venda aftur til vanligu arbeiðsorkuna
Tað er ymiskt, hvussu fólk, ið eru sjúk av krabbameini, tola viðgerðina, tey fáa. Summi eru ógvuliga troytt, hava vaml og niðursetta vøddamegi og hava ilt við at miðsavna seg, umframt kropsligar broytingar. Samstundis hava tey nógvar tankar um nýggju støðuna, har óvissa og ótryggleiki fylla nógv.
Hjáárin av viðgerðini hvørva ofta aftur, tá ið ein tíð er farin, men hjá summum kunnu tey taka langa tíð ella als ikki hvørva. Tí kann tað vera torført fyri summi at koma aftur til eitt fulltíðarstarv, og hjá onkrum tekur tað longri tíð at venda aftur til vanligu arbeiðsorkuna enn av fyrstan tíð hildið.
Tá ið tann sjúki vil koma aftur til arbeiðis
Bjóða tí sjúka starvsfelagnum til eina samrøðu, áðrenn viðkomandi kemur aftur til arbeiðis, fyri m.a. at finna fram til, hvat tann sjúki megnar í løtuni, og sum frá líður, umframt um viðkomandi hevur tørv á at byrja aftur stigvíst. Sum leiðari kanst tú kanna og fáa greiði á, um t.d. eru møguleikar fyri stuðli ella øðrum ískoyti frá Almannaverkinum.
Nógv, ið hava ella hava havt krabbamein, og sum hava verið ígjøgnum eina longri sjúku- og viðgerðargongd, eru glað um at kunna koma aftur til arbeiðis – eisini fulla tíð. Fyri onnur fylla tey kropsligu og sálarligu árinini nógv. Tey eru stúrin, um tey fara at megna at arbeiða sum áður. Okkara royndir eru, at tað vanliga er best at byrja aftur niðursetta tíð og hava minni krevjandi uppgávur í fyrstuni og síðan so líðandi at økja arbeiðstíðina og krøvini.
- Í samrøðuni kunnu tit m.a. tosa um:
- Tørv á fyribils ella varandi broytingum í arbeiðinum
- Hvørjir møguleikar eru at byrja niðursetta tíð við líðandi vøkstri av arbeiðstíðini
- Møguligar arbeiðsuppgávur, ið skulu býtast út til onnur starvsfólk
- Fáa greiði á fíggjarligum viðurskiftum – er neyðugt at søkja um tilskot frá Almannaverkinum við niðursetta arbeiðsorku
- Hvussu skulu hini starvsfólkini kunnast um, hvør avtala er gjørd
- Áseta tíð til næstu samrøðu, har tit saman hyggja at, um tørvur er á at rætta ymisku avtalurnar til
Saman við starvsfólkunum kunnu tit t.d. senda eitt blómutyssi til tann sjúka. Hetta virðismeta tey flestu.
Hini starvsfólkini
Sum leiðari skalt tú eisini hugsa um hini starvsfólkini, tí tey kunnu vera merkt av støðuni og hava tað svárt
Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein, hava hini starvsfólkini samkenslu við tí sjúka og eru ofta óttafull um støðuna hjá viðkomandi. Summi eru í iva um, hvat tey skulu gera ella siga við tann sjúka. Onnur gerast bangin fyri sjálvi at gerast sjúk.
Um sjúkugongdin er drúgv, skulu arbeiðsuppgávurnar hjá tí sjúka møguliga býtast út til onnur starvsfólk. Arbeiðstrýstið hjá teimum kann gerast ov stórt, og hetta kann vera við til at skapa órógv, forargilsi og ringa samvitsku, um tey hava neiligar tankar og atburð mótvegis tí sjúka.
Tosa saman um støðuna
Um starvsfólkini eru kensluliga trýst av, at starvsfelagin er vorðin sjúkur, er tað við hvørt eitt gott hugskot at taka eitt prát við øll saman um støðuna. Tú kanst t.d. biðja tey geva eina stutta lýsing av, hvussu hetta ávirkar tey. Síðan kunnu tit saman royna at finna fram til, hvussu tit best handfara nýggju støðuna.
Fá loyvi frá tí sjúka, áðrenn tú sigur hinum starvsfólkunum frá sjúkuni
Tær upplýsingar, sum tú sum leiðari fært frá tí sjúka, skulu altíð verða viðgjørdar og handfarast í trúnaði. Leiðslan skal ongantíð bera hinum starvsfólkunum hesar upplýsingar, uttan so at tann sjúki hevur givið loyvi til tess.
Spyr tann sjúka, um hini starvsfólkini skulu verða kunnað um støðuna, og um tey kunnu seta seg í samband við viðkomandi, ella um tað er betri at hava ein kontaktpersón.
Starvsfelagar kunnu vera í iva um, hvussu tey skulu stuðla tí sjúka
Sum starvsfelagi kanst tú vera ein góður stuðul fyri ein, sum hevur krabbamein, tá ið viðkomandi er sjúkrameldaður ella kemur aftur til arbeiðis. Hinvegin kann tað við hvørt vera torført at vita, hvat tú skalt siga og nær.
Tað er ymiskt, hvussu tann sjúki kann arbeiða ígjøgnum sjúku- og viðgerðargongdina, alt eftir hvat arbeiði viðkomandi hevur, og hvør viðgerðin er.
Summi eru troytt og illa fyri av viðgerðini og orka ikki at taka sær av arbeiðinum. Onnur eru ikki so ávirkað og kunnu halda fram at arbeiða, møguliga niðursetta tíð eitt ávíst tíðarskeið.
Fyri summi er tað eitt frírúm frá sjúkuni at fara til arbeiðis. Tað hevur týdning fyri tann sjúka, at okkurt kennist sum vant, hóast støðan og gerandisdagurin eru nógv broytt.
Um tann sjúki ikki vil hava samband undir sjúku og viðgerð, ber til hjá arbeiðsplássinum at vísa umsorgan við at senda tí sjúka okkurt, sum tit vita, at viðkomandi verður glaður um, t.d. eina bók ella blómur.
Um ein starvsfelagi hevur verið leingi burtur frá arbeiði, ber til at seta seg í samband við viðkomandi at vita, um hann ella hon vil hava samband við arbeiðslássið undir sjúkufráveruni, og hvussu hetta kann gerast.
Summi halda, tað er í lagi bert at tosa við leiðsluna ella ein einstakan starvsfelaga, ið síðan virkar sum bindilið við hini starvsfólkini.
Spyr, um viðkomandi hevur hug at hoyra um broytingar á arbeiðsplássinum ella fáa innbjóðingar til sosial tiltøk o.t. undir sjúkufráveruni.
Góð ráð um, hvat tú kanst siga við tann sjúka
Við hvørt kann tað vera torført at vita, hvat ein skal siga við ein starvsfelaga, ið hevur fingið krabbamein. Summi vilja tosa opið um sjukuna og støðuna, og onnur nýta arbeiðið sum eitt frírúm og vilja ikki hava, at sjúkan skal fylla so nógv, meðan tey eru til arbeiðis.
Um starvsfelagin ikki hevur hug at tosa um sjúkuna, kunnu tit avtala, at hann ella hon sigur frá, um tørvurin broytist. Ella at ein av tykkum við jøvnum millumbilum, t.d. aðru til triðju hvørja viku spyr tann sjúka, um tørvurin at tosa ella ikki er broyttur. Hetta er við til at vísa tí sjúka, at tit ikki hava gloymt, at viðkomandi er sjúkur, hóast tit ikki tosa um hetta.
Um tú hevur torført við at tosa við tann sjúka, kanst tú t.d. siga:
- Eg eri kedd/ur um at hoyra, at tú hevur fingið krabbamein
- Eg havi hugsað nógv um teg, eftir at eg frætti, at tú hevur fingið krabbamein
- Hvussu hevur tú tað?
Nógv sjúk hava mest tørv á at merkja, at ein følir við teimum, og at ein rúmar teirra kenslum, hóast tað ikki ber til at skilja tær til fulnar.
Tað ber ikki til at siga nakað, ið kann taka sjúkuna frá tí sjúka.
Oftas ber heldur ikki til at siga nakað, ið kann taka stúranina um sjúkuna burtur.
Um tann sjúki fer at gráta ella tárar, tá ið tit tosa um sjúkuna, kanst tú t.d. siga: Eg síggi, at tú verður rørd/ur. Er tað í lagi, at vit tosa um hetta, ella vilt tú heldur tosa um okkurt annað?
Spyr, hvussu tú kanst hjálpa
Um tú ert í iva um, hvussu tú best kanst stuðla, er eitt gott hugskot at spyrja. Nógv sjúk halda, tað er gott, um tey sjálvi ikki skulu biðja um hjálp.
Dømi um spurningar:
- Er tað í lagi, um eg ringi til tín ella komi at vitja av og á? Ella hevur tú heldur tørv á at fáa frið og ró?
- Ringir tú til mín, um tú hevur tørv á hjálp? Ella er tað í lagi, um eg ringi til tín við hvørt at vita, um eg kann hjálpa tær við onkrum?
Við at geva tí sjúka valmøguleikar gert tú tað lættari fyri hann at taka av einum tilboði ella lata vera. Tað kann vera, at tann sjúki ikki hevur tørv á hjálp frá tær beint nú, men er glaður um at vita, at tú ert har, um tørvur er á tí, og tað er ein hjálp í sær sjálvum.
Tit kunnu eisini stuðla tí sjúka uttan fyri arbeiðstíð
Krabbameinssjúka er við til at broyta gerandisdagin, og viðgerðin krevur tíð og orku. Um tú hevur hug at gera okkurt afturat fyri tann sjúka, kanst tú t.d. bjóða tær til at koyra viðkomandi til eitthvørt, koma við mati okkurt kvøldið, baka bollar, sláa gras ella gera okkurt saman, t.d. fara í biograf.
Leinkja til góð ráð tá starvsfelagið fær krabbamein https://www.cancer.dk/taghaandom/