Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Um felagið

  • Nevndin
  • Starvsfólk
  • Viðtøkur felagsins
  • Virkið felag síðan 1979
  • Búmerkið
  • Ársfrágreiðing
  • Heilsan frá Siri Stenberg
  • Krabbameinsætlanin
  • Tilmæli um palliatión
  • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
  • Limaskapir
  • Greinar

Hví eru vit til

Krabbameinsfelagið varð stovna í 1979 undir navninum Føroya Felag móti Krabbameini. Stigtakarar vóru Lions felagið í Tórshavn eftir áheitan frá Lionsmanninum Bjarna og konu hansara Sannu Dahl Niclasen. Í 2009 fekk felagið nýggjan samleika og broytti navn til Krabbameinsfelagið.

 

Krabbameinsfelagið

• Ráðgevur, hjálpir og umboðar krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi

• upplýsir um krabbameinssjúkur og fyribyrging

• Stuðlar og upplýsir um gransking í krabbameini

 

Krabbameinsfelagið verður stýrt av eini 5-manna nevnd, samansett av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fyrrverandi krabbameinssjúklingum og øðrum

 

Fá hjálp og vegleiðing

Krabbamein ber ofta við sær broytingar í familjuni, og kunnu hesar raka teg og tíni sera meint. Nýggjar og óvanligar støður taka seg upp, og tú hevur nógvar tankar og kenslur at stríðast við. Bæði tú og tíni avvarðandi kunnu kenna tykkum máttleys og einsamøll.

 

Krabbameinsfelagið ynskir at skapa vón, ljós og lívsmót, tá fólk koma í ta truplu støðu at hava fingið staðfest krabbamein. Vit vilja vísa á lívsglottar og fáa hesar at víðkast mest møguliga.

 

Tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar við drúgvum royndum innan krabbameinsøkið starvast dagliga á okkara ráðgevingarstovu. Tær vegleiða, hava telefonviðtalu, bjóða tær persónliga samtalu á ráðgevingarstovuni ella heima, um ynski er um tað eins og samtalu við familju og avvarðandi. Tætt og gott samband er við bæði sjúkrahús, Heimatænastuna, Hvíldarheimið og aðrar stovnar í og uttan fyri Føroyar.

 

Tilboð til tín og familjuna

Krabbameinsfelagið bjóðar bæði tær, ið er ella hevur verið sjúk/ur av krabbameini, og tínum avvarðandi eina røð av tilboðum, eitt nú:

• Persónligar samrøður

• Familjusamrøður

• Rørslutiltøk

• Onnur tiltøk, eitt nú hugnaløtur, opið hús o.a.

• Ymiskar samrøðubólkar

 

Í samrøðubólkum, sum ráðgevar hjá felagnum standa fyri, hittir tú onnur í somu støðu sum tú. Endamálið er at stuðla hvør øðrum, býta tankar og kenslur og í trúnaði práta um tað, ið er tungt at bera einsamallur/eisamøll. Tú verður partur av einum bólki, har fólk lurta og skilja tína støðu. Skipað verður fyri felags tiltøkum eftir tørvi. Hevur tú eitt ynski um eitt hvørt tiltak, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

 

Umvegis ráðgevingarstovuna ber eisini til at koma í samband við tey, ið sjálvboðin hava skipa seg í bólkarnar hjá Krabbameinsfelagnum:

 

• Bót Til Bata: Bólkur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í brósti.

 

• Stomibólkurin: Bólkur fyri fólk, sum hava fingið lagt bløðru ella tarm út á síðuna og fólk við bekken-reservoir.

 

• Foreldrabólkurin: Bólkur fyri foreldur, hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein.

 

• Móðurmerkjabólkurin: Bólkur fyri tey, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabbamein.

 

• Undirlívsbólkurin: Bólkur fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.

 

• Prostatabólkurin: Bólkur fyri menn, ið hava ella hava havt krabbamein í bløðruhálskertli.

 

• Lip- og lymfødembólkurin: Bólkur fyri fólk við lipødem og lymfødem.

 

• Seinfylgjubólkurin: Bólkur fyri fólk við seinfylgjum eftir sjúku og viðgerð av krabbameini.

 

Spennandi skeið, fyrilestrar og ráðstevnur

Krabbameinsfelagið skipar regluliga fyri ráðstevnum, fyrilestrum, skeiðum, evnisdøgm og øðrum fyri sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og øðrum. Øll tiltøk verða vanliga kunngjørd á okkara heimasíðu.

 

Hjálp frá sosialráðgeva

Tørvar tær hjálp frá sosialráðgeva, ert tú vælkomin at venda tær til ráðgevingarstovuna.

 

Søk um fíggjarligan stuðul

Øll, ið eru rakt av krabbameini kunnu fáa fíggjarligan stuðul úr Hjálpargrunninum hjá felagnum, um peningur er tøkur í grunninum. Stuðulin verður veittur eina ferð til fólk, ið eru fastbúgvandi í Føroyum og sum hava verið í viðgerð seinastu tvey árini. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til ráðgevingarstovuna ella á okkara heimasíðu.

 

 

 

 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim