Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • HPV-koppseting
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • Sólráð
  • Gransking
    • Ílegugransking av bróstkrabba
    • Nýggj vitan um, hvussu illkynjaðar blóðsjúkur arvast
    • Ph.D. verkætlan um krabbamein í Føroyum
    • Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands
    • Týðandi verkætlan um, hvørjum stuðli føroyskir krabbameinssjúklingar hava brúk fyri
    • Tordis Kristiansdóttir - gransking innan bróskrabba í Føroyum
    • Kostverkætlan á B6
    • NCU veitir stuðul til gransking á krabbameinsøkinum
    • NORDCAN – Krabbameinshagtøl fyri Norðanlond
    • At liva við krabbameini - ein kanning av tørvinum á krabbameinsendurmenning í Føroyum
    • Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum
    • Granskingarverkætlan kannar ultraljóð sum partur av framtíðar krabbameinsviðgerðini
    • Granskingarverkætlan um barnakrabba í Føroyum

Týðandi verkætlan um, hvørjum stuðli føroyskir krabbameinssjúklingar hava brúk fyri

 

Nýggj kanningarverkætlan staðfestir, at tað, sum er týdningarmest at fáa avgreitt í sambandi við sjúkugongdina hjá krabbameinssjúklingum, er:

  • at sjúklingasamskipari er, sum tryggjar, at sjúkugongdin er samskipað
  • stuðul til sjúklingin og tey, sum varða av
  • at teir allir fáa fylgjara, tá ið teir skulu av landinum í sjúkuørindum
  • skipað endurmenning.

 

Alt hetta eru tilmæli, sum eru nevnd í krabbameinsætlanini frá 2009, og sum ikki eru sett í verk.

 

Sjúkrarøktrarfrøðingarnir Birna Mohr Joensen, fyristøðukvinna á hvíldarheiminum Naina, og Sonja Nielsen, deildarleiðari á B6 á Landssjúkrahúsinum, sum júst hava lokið MSc í heilsuvísindum, hava gjørt granskingarverkætlanina. Tær fingu stuðul frá Granskingarráðnum.

 

Birna Mohr Joensen og Sonja Nielsen siga soleiðis um granskingarverkætlanina, tær hava gjørt:

 

Stuðul til føroyskar krabbameinssjúklingar: Serligar avbjóðingar í mun til at menna sjúklingagongdina í einum lítlum fjarskotnum oyggjasamfelag

 

Rúgvismikil gransking er farin fram um krabbamein um allan heim, har vaksandi uppmerksemi er á lívskvaliteti, meistring av lívinum undir og eftir sjúku og á sálarligar og sosialar avleiðingar av eini krabbameinssjúku. Sjúkugongdin hjá føroyskum krabbameinssjúklingum er á nøkrum økjum annaðleiðis, enn í teimum londum, har granskingin er farin fram, og er hetta tí, at vit eru eitt lítið samfelag. Tískil mangla vit vitan um, hvat hevur týdning fyri føroyskar krabbameinssjúklingar í teirra sjúkugongd.

 

Í kanningini eru gjørdar samrøður við 8 fyrrverandi krabbameinssjúklingar. Úrslitið av kanningini er tengt at upplivingunum hjá hesum 8 persónunum, tó gevur hesin kanningarháttur nágreiniligt innlit í, hvat hevur týdning. Samanumtikið kann sigast, at tað eru fleiri viðurskifti, ið eru felags fyri allar luttakararnar.

 

Kanningin vísir, at somu viðurskifti hava týdning fyri føroyskar krabbameinsjúklingar, sum onnur gransking vísir. Týdningarmikið er at hava ábyrgdarhavandi lækna tilknýttan tíðliga í sjúkugongdini, serliga við onkologiskari serfrøði. Tað er umráðandi, at sjúkugongdin er samskipað og at heilsuverkið hevur eina skipaða tørvsmeting av stuðli. Somuleiðis er týdningarmikið, at ábyrgdarbýtið av sjúkugongdini er greitt, tá viðgerð er uttanlands.

 

Síðani eru tað serføroysk viðurskifti, sum okkara kaning avdúkar. Sjúkugongdin er í fleiri førum merkt av tilvild, sum kann viðføra bíðitíðir, broyttar viðgerðir og at viðurskiftini eru tilvildarliga skipað. Tað, sum serliga vísir seg í okkara gransking er, at medisinskir sjúklingar hava ein framíhjárætt, tí viðurskiftini eru betur skipað við kontinuiteti og onkologiskari serfrøði. Hetta, saman við at krabbameinssjúklingar ikki allir fáa játtaðan fylgjara, og tískil fíggja fylgjaran sjálvir, ger at tekin eru um, at krabbameinssjúklingar eru fyri ójavna í heilsu.

 

Allir okkara luttakarar siga, at netverkið hevur størstan týdning í mun til meistring av lívinum við krabbeimeini. Tað er ymiskt, hvussu netverkið hjá krabbameinssjúklingum er og tí eru teir ólíka stillaðir í mun til meistring. Í fleiri førum bøtur Krabbameinsfelagið fyri, at tað ikki er nakar skipaður stuðul í okkara heilsuverkið.

 

Viðv. serligum avbjóðingum er tað mest eyðsýnda angist fyri afturstigi og annars alt eftir hvør diagnosan er og hvørja viðgerð tey fáa. Seinfylgjur av viðgerð, serliga viðvíkjandi ringari møði, fyllir nakað og hvussu tey meistra hetta, er ymiskt. Okkara gransking vísur, at hóast luttakararnir siga, at teir fáa nøktaðan stuðul frá egnum netverki, kemur tað fram í samrøðunum, at teir hava fleiri ónøktaðar tørvir, sum teir ikki vita teir kunnu fáa stuðul til.

 

Tað, okkara kanning staðfetur at hava týdning, er í tráð við tey tilmælini í krabbameinsætlanini frá 2009, sum higartil ikki eru fylgd, og hesi snúgva seg um fylgjaraspurningin, sjúklingasamskipara, rehabilitering og stuðul til sjúkling og avvarðandi. Úrslitini vísa, sjúklingagongdin einans er miðsavnað um kanningar, viðgerðir og eftirlit, meðan stuðulin til meistring ikki er raðfestur.

 

Tak niður MSc serritgerðin í Heilsuvísindum "Stuðul til føroyskar krabbameinssjúklingar: Serligar avbjóðingar í mun til at menna sjúklingagongdina í einum lítlum fjarskotnum oyggjasamfelag"

 

Á myndini: Sonja Nielsen og Birna Mohr Joensen

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim