Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Mammografi screening
  • Kanna bróstini
  • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
  • HPV-koppseting
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • Legg av at roykja
  • Krabbamein og rúsdrekka
  • Sólráð
  • Gransking
    • Ílegugransking av bróstkrabba
    • Nýggj vitan um, hvussu illkynjaðar blóðsjúkur arvast
    • Ph.D. verkætlan um krabbamein í Føroyum
    • Áhugaverd verkætlan um, hvussu føroyskir sjúklingar uppliva tað at fáa viðgerð uttanlands
    • Týðandi verkætlan um, hvørjum stuðli føroyskir krabbameinssjúklingar hava brúk fyri
    • Tordis Kristiansdóttir - gransking innan bróskrabba í Føroyum
    • Kostverkætlan á B6
    • NCU veitir stuðul til gransking á krabbameinsøkinum
    • NORDCAN – Krabbameinshagtøl fyri Norðanlond
    • At liva við krabbameini - ein kanning av tørvinum á krabbameinsendurmenning í Føroyum
    • Kynsmunur í yvirlivilsi hjá lungnakrabbasjúklingum í Føroyum
    • Granskingarverkætlan kannar ultraljóð sum partur av framtíðar krabbameinsviðgerðini
    • Granskingarverkætlan um barnakrabba í Føroyum

Granskingarverkætlan kannar ultraljóð sum partur av framtíðar krabbameinsviðgerðini
Nú er framkomið ultraljóðtól komi á onkologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, og umboð frá GE HealthCare, Trine Dupont, hevur undirvíst starvsfólkunum í ambulatoriinum. Tólið, ið er eitt hitt mest framkomna av sínum slagi á marknaðinum júst nú, er gáva frá granskingarverkætlanini til krabbameinsambulatoriið. Granskingarverkætlanin er stuðlað av Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðul og privatum fyritøkum og skal kanna virknaðin at nýta ultraljóðsvegleidda innanæðra atgongd til æðrarnar hjá krabbameinssjúklingum í sambandi við krabbameinsviðgerðina. 

 

Stigtakari til granskingarverkætlanina er Lisa Maria Anderssen, sjúkrarøktarfrøðingur, ið hevði eina visjón um at granska í ultraljóði í Føroyum sum partur av master ritgerðini í heilsuvísindum, og hetta bleiv veruleiki eftir lokna útbúgving, tá Krabbameinsfelagið gav verkætlanini flogið í fjør. 

 

Við í granskingarverkætlanartoyminum eru professari August Gabriel Wang (høvuðsábyrgdari) og Anna Sofía Fjallheim frá Fróðskaparsetrinum, yvirlækni á Medisinska deplinum Tordis Kristiansdóttir, Maria Skaalum Petersen, professari, Jeanne Waagstein, narkosusjúkrarøktarfrøðingur, Jacobina Kristiansen, lækni, Jóhanna Andreasen, funktiónsleiðari og Joan Mohr Mikkelsen, Elin Jacobsen og Thordis Reynstind, sjúkrarøktarfrøðingar í onkologiska ambulatoriinum.

 

Granskingarverkætlanin er gjørd í samstarvi við serkønu narkosulæknarnar, Peter Juhl-Olsen, professari í hjarta- og æðraanestesi, og Erik Sloth, professari í ultraljóði, ið hava granskað í hesum á Aarhus Universitetssjúkrahúsi og hava sæð stóra ávirkan á eitt nú aferese sjúklingar. 

 

Fyri at geva persóninum við krabbameini ta bestu viðgerðina er umráðandi at sjúkrarøktarfrøðingurin hevur góða intravenøsa atgongd. Tað kann vera trupult at finna æðrarnar hjá fólki við krabbameini. Møguleikarnir, ið eitt sovorðið tól gevur, kunnu gerast slóðbrótandi fyri framtíðarinnar krabbameinsviðgerð, og frøðin var stór á heilsustarvsfólki og limum í granskingartoyminum, tá ið tólið kom á deildina í gjár.

 

Granskingarverkætlanin, ið á enskum eitur “The Efficacy of Implementing Nurse-performed Ultrasound-guided Peripheral Intravenous Access in Oncology Patients” fór í gongd í september í fjør og heldur áfram til í heyst. 

 

Tað ber til at lesa meira um granskingarverkætlanina á heimasíðuni ClinicalTrials.gov, ella við at venda sær til Lisa Maria Anderssen, granskara, t-post lisan@ls.fo. 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim