Sp: Nær kann eg hava Grannakaffi?
Sv: Altíð.
Sp.: Kann eg fáa fleiri enn eina bússu?
Sv.: Tað kann tú gott, vit senda tær eina bússu, tú kann ringja til okkum um tú ynskir fleiri.
Sp: Kann eg fáa at vita hvussu nógv kom inn til mína innsavning?
Sv: Ja, tú ringir bara.
Sp: Kann eg hava Grannakaffi heima hjá mær sjálvum, bert fyri nøkrum vinum?
Sv: Tað kann tú sagtans.
Sp: Hvat verða pengarnir nýttir til?
Sv: Arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum. Peningurin fer út aftur í hjálp til krabbameinssjúklingar og teirra familjur.