Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Stuðla

  • Tekna teg sum lim
  • Nethandil
  • Jarðarferð
  • Team Rynkeby Føroyar
  • Spyr.fo
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
      • Gott fyri felagsskapin
      • Stuðul og styrki í sorgini
      • Mangir løkir smáir gera stórar áir
      • Ein hjálpandi hond til Grannakaffi
      • Grannar til Grannakaffi
      • Takksom fyri einastandandi hjálpina
      • Bindiklubbur kann annað enn at binda
      • Sumbingar standa saman um Grannakaffi
      • 400 gestir til Grannakaffi í Klaksvík
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • Stuðlar

04-02-2016 11:05:00

400 gestir til Grannakaffi í Klaksvík

Í 2015 tók Ruth Laksáfoss úr Klaksvík stig til eitt stórt Grannakaffi tiltak í “Gamla Betesda” bygninginum, sum stóð tómur. Ruth greiðir frá, at hon er ein av teim mongu, ið eru frísk av krabbameini, og tá ið hon sá, at Krabbameinsfelagið lýsti eftir vertum til Grannakaffi, helt hon, at hetta var eitt gott høvi at savna pening inn at granska meira á økinum.

Sjálv kendi hon seg einsamalla í síni støðu, tá ið hon bleiv sjúk, og tá ið hon var frísk aftur, gjørdi hon av at gera ein Facebook bólk undir heitinum COME-ON, Krabbameinsraktar kvinnur í norðoyggjum! Í bólkinum eru gott 40 kvinnur úr øllum landinum og endamálið er, at tær kunnu veita hvør aðrari hjálp og kunning.

 

Eftir at hava gjørt av at hava Grannakaffi, vóru tað nakrar í bólkinum, sum hittust og løgdu ætlan fyri, hvussu tiltakið skuldi vera. Tá ið Ruth hevði fingið játtandi svar frá eigaranum,  at tær kundu fáa “Gamla Betesda” til tiltakið, varð farið í handlar og fyritøkur í Klaksvík at fáa hesi at stuðla við ymiskum, ið tær høvdu brúk fyri. Ruth var heilt ovfarin av stóru vælvildini, ið tær fingu allastaðni. Eisini setti Ruth seg í samband við listakvinnur í Norðoyggjum, og fingu tær ikki færri enn 18 flottar málningar, sum vórðu seldir á uppboðssølu. Harafturat komu eisini ymiskir tónleikarar at undirhalda gestunum við spæli og sangi allan dagin.

 

Nógv varð gjørt burturúr; allir gamlir dúkar blivu tiknir úr skuffum og komu til heiðurs og æru, og av mati treyt ikki, ja har var alt uttan ”livandi grind”, sum Ruth tekur til, og heldur fram: “Vit vóru sera spentar at vita, hvussu hetta fór at spæla av, tí eingin visti, um nakar fór at koma henda leygardagin í mars.”

 

Klokkan 10.00 lótu hurðarnar upp, og har var javnur streymur av hugagóðum gestum í øllum aldri, sum hugnaðu sær allan dagin og stemningurin var fantastiskur. Tá ið tiltakið var liðugt, høvdu á leið 400 gestir verið á gátt. Tað var í allar mátar ein sera væleydnaður dagur, fólk vóru avbera glað at hava høvi at hittast, práta saman og samstundis veita stuðul til eitt gott endamál. “Góða undirtøkan vísti eisini á ein tørv hjá mongum at koma út at hugna sær saman, og samanumtikið var Grannakaffi í “Gamla Bethesda” eitt stak væleydnað tiltak,” sigur Ruth og heldur áfram: “Vit hava tørv á meira opinleika, tí krabbamein kann raka hvønn sum helst.” Spurd, um hon kanska hevur onkur góð ráð til onnur, ið umhugsa at skipa fyri Grannakaffi í ár, sigur Ruth løtt á málinum: “Tað er bara at taka seg saman og gera tað!”

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim