Ein hjálpandi hond til Grannakaffi
Armgarð Hammer býr í grannalagnum undir Fjalli í Havn og skipaði í 2016 fyri Grannakaffi fyri aðru ferð. Ellivu ár eru liðin, síðani hon sjálv varð skurðviðgjørd fyri krabbamein, og tá ið hon av fyrstan tíð hoyrdi um Grannakaffi tiltakið, vildi hon fegin rætta Krabbameinsfelagnum eina hjálpandi hond við at gerast vertur fyri Grannakaffi.
"Men satt at siga, gjørdi eg lítið sjálv annað, enn at taka stig til tiltakið og skapa karmarnar, meðan allir gestirnir syrgdu fyri innihaldinum sjálvir," sigur Armgarð Hammer. Nógvir grannar bjóðaðu seg fram at baka, dekka borð, vaska upp o.s.fr. og fyri Armgarð kendist tað ómakaleyst at skipa fyri. Hon skaffaði tiltakinum innivist í Barnagarðinum undir Fjalli, og er hetta ein av ágóðunum, sum eigarafelagið í grannalagnum hevur. Økið er stórt, um ein tekur øll húsini omanfyri Marknagil við, og Armgarð vildi fegin, at so nógv fólk sum gjørligt kundu koma og stuðla góða endamálinum. Til fyrsta Grannakaffi undir Fjalli vóru um 50 gestir, men í 2016 komu yvir 80 gestir á gátt. Fleiri av grannunum, ið ikki kundu koma á sjálvum degnum, komu allíkavæl framvið við pengum at koyra í bússuna, tí tey vildu fegin stuðla.
Serliga teim eldru í grannalagnum dámar væl at koma út eina løtu og fáa eitt prát við grannarnar. Øll hava vit slíkan skund í gerandisdegnum og vit flyta okkum sjáldan longur enn úr bilinum og inn í húsini. Men ein slíkan leygardag frá kl. 11 - 16 skapa vit eitt frírúm, har fólk kunnu koma og fara, og til ber hjá øllum at koma til gongu, tí stutt er at ganga ímillum, sigur Armgarð. Av tí at Grannakaffi er í Barnagarðinum, eru eisini góðar umstøður hjá foreldrum at taka børnini við, tí uttanfyri er stórt spælipláss fyri børnini at spæla og stytta sær stundir.
"Vit hava nógv felags áhugamál í grannalagnum, sum vit kunnu práta um, vit fáa skjótt ein stóran nýggjan skúla, Glasir, sum fyllir nógv bæði í landslagnum og hugaheiminum hjá okkum, sum búgva her," sigur Armgarð og heldur áfram: "men hetta var eisini eitt høvi fyri gestirnar í tí stilla at spyrja gjøllari um tað meira álvarsama, sum stendst av at hava ella hava havt krabbamein."
Armgarð heldur, at tað sum hevur týdning er, at ein ger tað, ið ein er førur fyri, tí vit eru øll ymisk; summi bjóða gestunum heim í stovuna, meðan onnur sláa seg saman og gera størri tiltøk. Tá ið innbjóðingin til Grannakaffi í grannalagnum undir Fjalli varð send út við ongum avsendara, vóru tað tó fleiri, ið ikki vóru í iva um, at tað mundi vera Armgarð, ið hevði tikið stig til hetta. "Eg havi ongantíð ov nógv um oyruni, mær dámar so væl at seta okkurt í verk og skapa trivna, har eg eri," sigur Armgarð brosandi at enda, og roknar eisini við, at Grannakaffi verður undir Fjalli 11. mars 2017.