Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Stuðla

  • Tekna teg sum lim
  • Nethandil
  • Jarðarferð
  • Team Rynkeby Føroyar
  • Spyr.fo
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
      • Gott fyri felagsskapin
      • Stuðul og styrki í sorgini
      • Mangir løkir smáir gera stórar áir
      • Ein hjálpandi hond til Grannakaffi
      • Grannar til Grannakaffi
      • Takksom fyri einastandandi hjálpina
      • Bindiklubbur kann annað enn at binda
      • Sumbingar standa saman um Grannakaffi
      • 400 gestir til Grannakaffi í Klaksvík
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • Stuðlar

29-01-2016 12:30:00

Bindiklubbur kann annað enn at binda

Eins og nógvar føroyskar kvinnur gongur Anna E. Joensen á Strondum í bindiklubba. Tær eru átta kvinnur, ið møtast regluliga og tá ið tær hoyrdu um Grannakaffi tiltakið í fjør, gjørdu tær av at tær vildu verða vertir fyri einum Grannakaffi tiltaki á Strondum. Tær eru tríggjar, ið hava mist mannin til krabbamein og motivatiónin til at gera eitthvørt munagott fyri at savna pening inn til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum er tí stór.

 

Tann í bindiklubbanum, ið átti rúmligastu húsini bjóðaði seg fram at halda Grannakaffi heima hjá sær, og annars bakaðu tær eina skuffukøku hvør, gjørdu kaffi og stóðu fyri øllum fyrireikingum sjálvar. Í grannalagnum búgva eisini tvær kvinnur, sum duga so væl at syngja og hesar framførdu tveir sangir, men annars var lagt upp til prát og hugna afturvið einum drekkamunni. Grannakaffi hjá bindiklubbanum varð lýst á heimasíðuni hjá Sjóvar Kommunu og nógv fólk komu á gátt, heili 80 gestir vitjaðu bindiklubban. Serliga glað var Anna at síggja, at fleiri menn vóru komnir við, tí hesir hava annars lindi at setast aftur til samkomur av slíkum slag.

 

Bindiklubbin á Strondum ætlar sær aftur í ár at skipa fyri Grannakaffi, men enn er ikki avgerð tikin um tær gera ein morgunmat hesaferð ístaðin. “Vit siga bara tað sama sum  Miss Sophie í 90 ára føðingardegnum: Same procedure as last year James” sigur Anna og leggur afturat: “Hetta er ein ómakaleysur máti at savna pening inn til eitt gott endamál, og vit ímynda okkum, at Grannakaffi hjá okkum í bindiklubbanum á Strondum verður eitt afturvendandi tiltak”.

 

 
 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim