Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Stuðla

  • Tekna teg sum lim
  • Nethandil
  • Jarðarferð
  • Team Rynkeby Føroyar
  • Spyr.fo
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
      • Gott fyri felagsskapin
      • Stuðul og styrki í sorgini
      • Mangir løkir smáir gera stórar áir
      • Ein hjálpandi hond til Grannakaffi
      • Grannar til Grannakaffi
      • Takksom fyri einastandandi hjálpina
      • Bindiklubbur kann annað enn at binda
      • Sumbingar standa saman um Grannakaffi
      • 400 gestir til Grannakaffi í Klaksvík
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • Stuðlar

14-02-2017 09:35:00

Stuðul og styrki í sorgini

Í fjør helt Dagny Miðskarð fyrilestur til eitt Grannakaffi tiltak hjá svágrinum í Klaksvík. Hetta var ikki fyrstu ferð, at heitt var á Dagny um at greiða frá síni søgu, og fyri hana kendist tað gott enn einaferð at kunna seta orð á ta sorg og tær kenslur, sum gerast lívsins fylgisveinar, tá ið ein missir ein av sínum kæru.

 

Dagny býr í Klaksvík, og fyri skjótt 8 árum síðani misti hon mannin, Niels Hansen, sum tá var bert 38 ára gamal. Hann hevði fingið staðfest krabbamein 11 mánaðir frammanundan og fyrsta hálvárið hevði hann tað gott, men seinastu fimm mánaðirnar var hann innlagdur, tí hann mátti fáa mat gjøgnum sondu. Dagny og Niels áttu eina 3 ára gamla dóttur og nærum samstundis sum Niels gjørdist sjúkur, fann Dagny útav, at hon var við barn. Sorg og gleði settu dagsskránna serliga seinastu mánaðirnar, meðan Niels var innlagdur. Vónin um at hann slapp at síggja nýfødda barnið var stór, og av tí at føðideildin tá enn var partur av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, kundi hann fylgja við gongdini og vera við, tá ið Dagny fór í skannaran og til kanningar hjá jarðarmóðurini.

 

"Eg og Niels vóru opin og tilvitað um at tosa við øll okkara næstu um sjúkuna og okkara støðu sum heild, og tá ið eg líti aftur á ta tíðina, so eri eg fegin og takksom fyri, at vit vóru so opin sum hjún, tí tað hevur hjálpt mær at koma víðari", sigur Dagny, sum fleiri ferðir í prátinum nevnir, hvussu framúr stuðlandi netverkið av systkjum og verfamilju var fyri hana, mannin og 3 ára gomlu dóttrina. Fyri Dagny hevði tað týdning eisini at vera saman við dóttrini, og hon hevði eina fasta mannagongd fyri gerandisdagin; dóttirin var í dagrøkt um dagin, meðan Dagny var hjá Niels á sjúkrahúsinum; millum 16-18 vóru Dagny og dóttirin saman og vitjaðu Niels, men eftir kl. 18 vóru tað verfamilja og vinir, sum vóru um Niels, meðan Dagny og dóttirin fóru heim til tryggu karmarnar heima, har sjúkan ikki var í miðdeplinum.

 

Soleiðis gingu dagarnir, men bert ein mánað áðrenn Dagny átti, andaðist Niels og náddi so statt ikki at síggja lítla son teirra. At seta orð á eina so sorgarfulla støðu má verða ómetaliga møtimikið, men fyri Dagny var tað ein sonn hjálp at kunna seta orð á og siga sína søgu. "Av tí at mín støða, meðan Niels var sjúkur, var serlig við einum lítlum barni og einum øðrum á veg, fekk eg tilboð frá Krabbameinsfelagnum at tosa við sálarfrøðing, bæði áðrenn og aftaná Niels andaðist og hetta var sera góð hjálp," sigur Dagny, sum eisini nevnir, hvussu nógv góð prát hon hevði við beiggja sín, sum hevði kandidatútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði. Eitt annað týðandi akker í lívinum hjá Dagny var trúgvin og tann stóra styrkin, hon fekk frá fólki, ið bóðu fyri henni og familjuni. Krabbameinsfelagið skipaði eisini fyri tiltaki í Klaksvík fyri tey, ið høvdu mist makan, og hetta var eitt fantastiskt tilboð at hitta onnur í somu støðu og kunna deila sorg og kenslur við onnur í tryggum umhvørvi.

 

Nú er Dagny gift uppaftur og hevur ein góðan mann og pápa fyri børnini. "Eg havi tað gott nú, og eg eri so takksom fyri allan tann góða stuðul, ið eg sjálv fekk, at um onnur fáa gagn av mínari søgu og royndum, so vil eg fegin siga takk fyri hjálpina á henda hátt," sigur Dagny, sum fleiri ferðir hevur fingið áheitanir um at greiða frá bæði til Grannakaffi, í Heimamissiónini, hjá skótunum og í hennara samkomu KFUM/K. "Nú er mín søga kanska so mikið gomul og ofta søgd, at tað er gott at hoyra aðrar, men mær dámar væl at práta, so tað er eingin trupulleiki í so máta," sigur Dagny smílandi at enda. 

 

Vikuskiftið 11.-12. mars 2017 verður Grannakaffi aftur hildið runt um í Føroyum fyri at savna pening inn til m.a. slík tilboð hjá Krabbameinsfelagnum, sum veittu Dagny og øðrum stuðul og styrki í sorgini.  

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim