Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Føroyar móti krabba

  • Vinningar
  • Uppboðssøla
  • Til fyritøkur
  • Grannakaffi
  • Miðlar
  • Stuðla
  • Føroyar standa saman
  • Til skúlar
  • Til kórsangarar

 

Føroyar standa saman móti krabba 27. mars

 

Leygarkvøldið 27. mars kl. 19.00 skipa Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið fyri stóru landsinnsavningini ”Føroyar móti krabba”, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.

 

Endamálið við landsinnsavningini er at stuðla Krabbameinsfelagnum at halda fram við arbeiðinum at hjálpa, ráðgeva, upplýsa og veita stuðul til gransking.

 

Í sendingini verður borðreitt við góðum tónleiki, forvitnisligum innsløgum, undirhaldi og áhugaverdum samrøðum. Vit fara m.a. at hitta sjúklingar, avvarðandi, granskarar og starvsfólk, sum dagliga taka sær av teimum avbjóðingum, sum krabbamein gevur.

 

Talið á krabbameinstilburðum økist. Umleið triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum, og tí røkkur sjúkan inn í flestu húski í landinum. Nógv hava mist, men tíbetur eru eisini nógv, ið verða frísk.

 

Á heysti 2009, tá Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið skipaðu fyri fyrsta tiltakinum ”Føroyar móti krabba”, eydnaðist tað at savna inn 5,2 mió. krónur.

 

Leygarkvøldið 27. mars kl. 19.00 standa vit aftur saman móti krabba, og vónandi taka føroyingar væl undir við tiltakinum. Fleiri møguleikar eru at stuðla innsavningini, bæði undir sjálvari sendingini og í tíðini áðrenn.

 

Longu nú kunnu einstaklingar, fyritøkur og feløg stuðla við at flyta pening gjøgnum netbankan á konto hjá Krabbameinsfelagnum í føroysku peningastovnunum:

 

BankNordik: 6460 - 618.088.6

Betri Banki: 9181 - 551.502.7

Norðoya Sparikassi: 9865 - 323.088.5

Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 304.242.2

 

Vikurnar upp til ”Føroyar móti krabba” verða eisini tiltøk kring landið, sum fólk sjálvi taka stig til fyri at stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum. Til dømis fara fleiri skúlaflokkar at skipa fyri innsavning. Hetta eru vit sera takksom og fegin um, tí hvørt oyra telur í stríðnum móti krabba.

 

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum: “Málið hjá Krabbameinsfelagnum er áhaldandi at berjast móti krabbameini – við at stuðla gransking, upplýsa um fyribyrging og ikki minst at hjálpa og lætta um hjá teimum, sum eru rakt av krabbameini. Vit fegnast tí um, at tað aftur ber til at hava “Føroyar móti krabba”, og at vit soleiðis kunnu lyfta í felag”.

 

Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya: “Sum public service stovnur vilja vit fegin hjálpa Krabbameinsfelagnum við innsavningini. Kringvarpið kemur í hvørt hús, og hetta er eitt álvarsmál, sum er viðkomandi fyri allar føroyingar. Øll kunnu fáa sjúkuna, og vit kenna øll onkran, sum hevur ella hevur havt krabbamein. Tí fegnist eg um, at Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið saman skapa karmarnar, soleiðis at føroyingar kunnu hjálpa”.

 

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum: “Gjennom forskning og tilgjengelig behandling kan vi sammen forsøke å vinne kampen mot kreft. Vi ønsker å leve i et samfunn hvor de, som blir rammet, får den oppfølging, omsorg og trygghet, de behøver. Derfor står vi bak ”Føroyar móti Krabba”.

 

Vilja tit vita meira um landsinnsavningina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum:

 

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari, Krabbameinsfelagið Tlf.: 317959 ella 217959 Teldupostur: jansy@krabbamein.fo

 

Urd Johannesen, samskipari Tlf.: 223010 Teldupostur: krabbi2021@gmail.com

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim