Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Føroyar móti krabba

  • Vinningar
  • Uppboðssøla
  • Til fyritøkur
  • Grannakaffi
  • Miðlar
  • Stuðla
  • Føroyar standa saman
  • Til skúlar
  • Til kórsangarar

 

Hey allir næmingar og lærarar í Føroyum :-)

 

Leygarkvøldið 27. mars skipar Krabbameinsfelagið fyri stórari landsinnsavning undir heitinum “Føroyar ímóti krabba”, sum verður sýnd í Kringvarpi Føroya. Vit fara at borðreiða við góðum tónleiki, innsløgum, undirhaldi og samrøðum frá uml. kl.19.00 til 22.00 fyri at savna pening inn til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum.

 

Hvat?

Tit kunnu eisini vera við í innsavningini! Krabbameinsfelagið og Kringvarp Føroya bjóða øllum næmingum og lærararum í Føroyum at finna uppá sítt egna innsavningartiltak, sum næmingarnir samstundis dokumentera (filma) á sínum snildtelefonum ella øðrum upptøkutóli og leggja tað upp á sosialu miðlarnar við frámerkinum #FMK2021. Filmarnir verða á henda hátt atkomuligir fyri alt Føroya fólk, og teir stuttligastu, forvitnisligastu og mest rørandi filmarnir verða møguliga vístir í sjónvarpinum á sjálvum tiltakinum 27. mars.

 

Hví?

Krabbamein rakar okkum øll, so ella so. Ikki øll gerast sjúk, men øll eru avvarandi. Foreldur, børn, maki, familja, vinir, starvsfelagar. Fleiri hava mist, og fleiri hava yvirlivað. Tað munnu vera fá í Føroyum, sum ikki hava havt samband við krabbamein.

 

Leygarkvøldið 27. mars viðurkenna vit hetta. Tað gera vit við at standa saman móti krabba. Tá fara vit at stuðla Krabbameinsfelagnum í teirra arbeiði at ráðgeva, vegleiða og upplýsa.

 

Hvussu?

Tað finnast nógvir ymiskir hættir at savna inn pening til eitt gott endamál. Alt frá at savna fløskur til at fara til útróðrar og selja fiskin. Bert hugflogið og tíðin seta avmarkingarnar.

 

Ein týdningarmikil partur av uppgávuni er eisini at skapa tilvit um sjúkuna og alt tað, hon ber við sær. Tað er her at filmarnir hava ein leiklut. Bæði so at næmingarnir seta spurningar, og at teirra filmar geva íblástur til onnur.

 

Treytir:

  • Filmurin skal dokumentera (filma) innsavningartiltakið.
  • Filmurin skal innihalda eina lítla hugleiðing ella frásøgn um, hví tit eru farin undir at gera eina innsavning; er tað kanska tí at onkur hevur ella hevur havt krabbamein nær at sær, ella á annan hátt kennist við sjúkuna?
  • Filmurin má ikki vera longri enn 1 min.
  • Filmurin má ikki innihalda stoytandi tilfar.

 

Luttøka:

Næmingarnir kunnu luttaka sum einstaklingar, bólkar, flokkur ella allur skúlin saman.

 

Luttøkan krevur, at tit melda tykkum til, við at senda ein teldupost til filmfmk2021@kvf.fo í seinasta lagi mikudagin 10. mars í ár. Í tilmeldingini siga tit okkum heilt stutt frá um, hvørjar tankar tit hava og hvat tit ætla at gera. Hartil navn, teldupost og telefon hjá einum kontaktpersóni, sum vit møguliga kunnu venda okkum til.

 

Tá ið tit hava filmað liðugt, kunnu tit “uploada” filmin á sosialar miðlar og viðmerkja uppslagið við #FMK2021, umframt at senda filmin til filmfmk2021@kvf.fo. Best er at gera hetta umvegis heimasíðuna www.wetransfer.com. Sendið okkum filmin í seinasta lagi 20. mars.

 

Á henda hátt kann alt Føroya fólk síggja filmarnar, og Kringvarp Føroya hevur møguleika at velja sær onkrar filmar burturúr at vísa á sjálvum innsavningarkvøldinum 27. mars.

 

Um tit hava spurningar ella viðmerkingar eru tit vælkomin at venda tykkum til samskiparan fyri “Føroyar móti krabba”, Urd Johannesen, við at skriva til krabbi2021@gmail.com, ella at ringja á 223010.

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim