Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Grannakaffi

  • Tilmelding
  • Grannakaffi søgur
    • Gott fyri felagsskapin
    • Stuðul og styrki í sorgini
    • Mangir løkir smáir gera stórar áir
    • Ein hjálpandi hond til Grannakaffi
    • Grannar til Grannakaffi
    • Takksom fyri einastandandi hjálpina
    • Bindiklubbur kann annað enn at binda
    • Sumbingar standa saman um Grannakaffi
    • 400 gestir til Grannakaffi í Klaksvík
  • Uppskriftir
  • Undanfarin Grannakaffi
  • Miðlar
  • Spurningar og svar

10-01-2017 08:05:00

Grannar til Grannakaffi

Grannar til Grannakaffi

 

Vikuskiftið 5.-6. mars í 2016 varð árliga "Grannakaffi" hildið, og á leið 100 vertir kring landið lótu dyrnar upp fyri fólki og vóru vertir fyri afturvendandi innsavningartiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum. Ein teirra var Elinborg Apol, sum býr í Havn. 

 

"Vit vóru júst flutt inn í grannlagið í Varðabú og hugsaðu, at hetta var eitt gott høvi at heilsa uppá okkara nýggju grannar" sigur Elinborg, sum síðani sendi eina innbjóðing heim til allar grannarnar og til felags Facebook bólkin, sum grannalagið hevur. Familja og vinir vórðu eisini boðin, og tá ið av tornaði, vóru gott 30 fólk til Grannakaffi heima hjá Elinborg og teimum. Hóast plássið heima er avmarkað, so er tað ikki avgerandi fyri, um tiltakið heppnast ella ikki, heldur er tað óformella samskiftið millum grannarnar, sum myndaði tiltakið henda leygardagin, heldur Elinborg: "Summir grannar kennast væl frammanundan, meðan onnur ikki hittast so ofta, men fyri okkum, sum nýliga eru flutt í grannalagið, var tað sera jaligt at fáa eitt prát við okkara nýggju grannar,” sigur Elinborg og leggur afturat, at grannarnir tóku so væl undir við tiltakinum, kanska tí at í skundmikla gerandisdegnum hava vit ofta lyndi til bara at koyra framvið og geva okkum ikki stundir at práta við hvør annan. 

 

Elinborg setti sær fyri, at tiltakið skuldi vera einfalt og kjarnin í øllum skuldi vera spontana og óformella prátið millum grannar og vinir, og júst hetta heppnaðist væl. Sjálvandi krevur tað nakað av fyrireiking, men ein ger sjálvur av, hvussu umfatandi tað verður. Bússan stóð í inngongdini saman við bókini "Okkara millum", sum henda dagin varð brúkt sum eitt slag av gestabók. Heldur enn undirhald og marglætiskøkur hugsaði Elinborg meira um, at hesir tímarnir saman við grannunum skuldu verða myndaðir av góðum práti og nærveru. "Tað er skjótt at ein kann fáa eitt sindur av avriksótta, tá ið ein sær, hvussu umfatandi summi tiltøk eru við framførslum og undirhaldi av ymiskum slag," sigur Elinborg, sum tó ikki læt seg ávirka av, hvussu onnur skipa sítt Grannakaffi, men helt fast í tann leist, sum riggaði best fyri húskið í nýggja grannlagnum í Varðabú. 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim