Sp.: Nær kann eg hava Grannakaffi?
Sv.: Altíð.
Sp.: Kann eg fáa fleiri enn eina bússu?
Sv.: Tað kann tú gott, vit senda tær eina bússu, tú kann ringja til okkum um tú ynskir fleiri.
Sp.: Kann eg fáa at vita hvussu nógv kom inn til mína innsavning?
Sv.: Ja, tú ringir bara.
Sp.: Kann eg hava Grannakaffi heima hjá mær sjálvum, bert fyri nøkrum vinum?
Sv.: Tað kann tú sagtans.
Sp.: Hvat verða pengarnir nýttir til?
Sv.: Arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum. Trýst á myndina niðanfyri og síggj eitt stutt video (32sek) um hvat pengarnir m.a. verða nýttir til.