Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Fá hjálp

  • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Samrøðubólkar hjá felagnum
    • Gjørdist frísk og fór so til felagið
    • Í einseminum var gott at fáa tosað
    • Setti orð á sína stúran og sín ótta
  • Umsókn um fíggjarligan stuðul
  • Sosialráðgevi
  • Hjálparbólkar
  • Facebookbólkar
  • Donsk sjúkujournal
  • Seinárin
  • Seksualitetur
  • Rørslutilboð
  • Enn kvinna - filmur
  • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
  • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
  • Tann síðsta tíðin
  • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
  • Faldarar
  • Slóðir

 

Setti orð á sína stúran og sín ótta

Otto Gram á Tvøroyri kendi seg ráðaleysan, tá pápin gjørdist álvarsliga sjúkur, men á ráðgevingini hjá Krabbameinsfelagnum fekk hann skil á sínum tonkum

 

Otto Gram er 45 ára gamal og starvast sum lærari í Tvøroyrar skúla. Hann er ein av teimum mongu avvarðandi, sum í kreppustøðu hava havt samband við Krabbameinsfelagið. Otto fekk tørv á persónligari ráðgeving, tá pápi hansara, Jákup Leo, hevði fingið staðfest krabbamein í brisinum fyrst í desember 2015. Støðan var álvarslig, skiltist beinanvegin, og Otto mátti tí fáa sett orð á sín ótta og sína stúran.

 

Hjá Krabbameinsfelagnum fóru hann og annar ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingurin beinanvegin undir at greina støðuna, m.a. við at skriva upp, hvat óttin og stúranin hjá Otto snúðu seg um. Greitt gjørdist, at hann hevði ymsar óttar. Hann óttaðist, at pápin skuldi pínast av sjúkuni og viðgerðini. Hann grundaði yvir, hvussu mamman fór at megna støðuna. Hann ivaðist í, hvussu sterkur hann sjálvur var. Og hann hugsaði nógv um børnini, sum mest sannlíkt skuldu missa abban.

 

Pápi Otto hevði altíð verið sera virkin og hegnigur maður. Var ein spaki ella ein hamari í nánd, so var hann í gongd, og skuldi okkurt orðnast, so orðnaði Jákup tað. Nú hann gjørdist álvarsliga sjúkur, fekk hann onki gjørt, og tað var svárt hjá familjuni at uppliva. Hann fekk eina kemoviðgerð, men toldi hana illa. Tann 23. mars í 2016 doyði Jákup Leo 72 ára gamal.

 

Otto fekk tó væl og virðiliga sagt pápa sínum farvæl, ikki minst tí hann á ráðgevingini hjá Krabbameinsfelagnum fekk góð ráð um, hvussu hann skuldi gera. Otto nevndi, at hann ivaðist í, um hann hevði fingið sagt alt við pápa sín, sum hann vildi siga. Hann fekk tey ráð, at hann skuldi ímynda sær, at hann skuldi halda eina røðu fyri honum og skriva alt niður, ið lá honum á hjarta.

 

Otto setti seg at skriva, men helt ikki nakra røðu. Við sjúkrasongina nýtti hann í staðin onkrar løtur til at fáa sagt tað, hann hevði fest á blað. Hann takkaði pápa sínum fyri alt, hann hevði gjørt fyri seg, børnini og familjuna annars. Á mongum økjum var pápin hansara stóra fyrimynd og høgra hond, og við sjúkrasongina spurdi hann eisini pápan um ymisk praktisk viðurskifti, m.a. um seyðahald og húsasmíð. Hóast pápin versnaði, greiddi hann væl frá øllum, og Otto fekk tey svar, hann bað um.

 

“Tá sjúkan rakar, stendur tú rættiliga berur eftir við nógvum kensluligum og eymum spurningum, og tú hevur ikki skil á tonkunum. Tað hjálpti mær øgiliga væl at tosa við onkran, sum ikki var ov nær og partur av støðuni kensluliga. Ráðgevingin hjá Krabbameinsfelagnum var professionell, og eg eri sera fegin um, at eg vendi mær til felagið,” sigur Otto Gram.

 

Nú er tað mesta av einum ári farið, síðan pápin doyði, og saknurin er stórur, sigur hann. Familjan er tó ikki fallin í fátt. Har ein maður fylti nógv, tí hann var so virkin, er nú ongin maður, og tí vantar hann, men lívið heldur fram við minnunum um tað, ið var, og takkseminum um alt, sum pápin gav.

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim