Gjørdist frísk og fór so til felagið
Sædis Eilisdóttir í Syðrugøtu gjørdist sjúk av krabbameini og fekk drúgva viðgerð, men til Krabbameinsfelagið tordi hon ikki, fyrr hon var vorðin frísk
Sædis Eilifsdóttir fekk staðfest krabbamein í maganum í september 2013. Hon hevði havt búkilsku í tríggjar vikur, tá hon gjørdi av at fara til lækna og fekk váttað sín illgruna um, at okkurt álvarsligt var áfatt. Beinanvegin varð hon sett í kemoviðgerð, og tá tann viðgerðin var av, fekk hon strálur.
Meðan hon var í viðgerð, hugsaði hon fleiri ferðir um at seta seg í samband við Krabbameinsfelagið, men hon ræddist alt, sum felagið stóð fyri. Eina náttina skrivaði hon skelvandi felagnum ein teldupost, men tá hon morgunin eftir sá, at onkur frá felagnum hevði ringt, rann tað henni kalt niður eftir rygginum, og hon vildi onki samband hava við felagið kortini.
Viðgerðirnar munaðu so væl, at Sædis á heysti í 2014 gjørdist frísk aftur. Hon fekk tey boð, at hon kundi fara heim at njóta lívið, og hon var ovurfegin um boðini og flagsaði fyrstu tíðina sum ein firvaldur, sum hon sjálv tekur til.
Men brádliga bankaði óttin á dyrnar. Hon skuldi tvær ferðir um árið til regluligar kanningar, og hvørja ferð tær nærkaðust, kendi hon seg verjuleysa og niðurbundna av ótta. Hon ásannaði, at henni tørvaði onkran at tosa við, men hon kendi ongan, sum hevði upplivað tað sama. Eina náttina fór hon so á netið at leita fram upplýsingar um Krabbameinsfelagið.
Hon skrivaði til felagið og greiddi frá, at óttin hevði fingið vald á sær, og at hennara størsta ræðsla var, at sjúkan skuldi koma aftur og taka hana frá døtrunum, sum høvdu mist pápan í 2011. Svár var sorgin framvegis um hendan brádliga miss.
Morgunin eftir fekk hon svar, har tey frá felagnum søgdu, at hennara tankar vóru normalir, og at hon var vælkomin á ráðgevingarstovuna hjá felagnum at tosa um sína støðu. Hon fór suður til Havnar og tosaði og tosaði um alt, sum bylgdist innan í henni. Útafturkomin helt hon sjálv, at hon hevði tosað ríkiliga nógv, men gott var, at onkur nú hevði hoyrt hennara søgu.
Stutt eftir setti Krabbameinsfelagið hana í samband við aðra kvinnu, sum hevði verið í nøkulunda somu støðu, og tær tosaðu leingi saman í telefon. Hetta hjálpti ómetaliga væl, sigur Sædis, tí nú kendi hon seg normala við sínum serligu tonkum. Hetta var á sumri í 2016, og enn tosa tær báðar saman um tað, teimum hevur verið fyri.
Sædis er sera fegin um ta hjálp, hon fekk frá Krabbameinsfelagnum.
“Tað var eitt sindur løgið, at eg ikki fór til felagið, fyrr enn eg var vorðin frísk, men eg fegnast um, at felagið beinanvegin var til reiðar at hjálpa, tá mær tørvaði hjálpina. Tað mest ótrúliga av øllum er, at øll tænastan hjá felagnum er ókeypis,” sigur hon.