Samrøðubólkur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt undirlívskrabba

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.
Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum.
Bólkurin byrjar hósdagin 27. mars 2025 kl. 13.00- 15.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Boða frá luttøku, áðrenn mikudagin 26. mars kl. 15.00 á telefon 317959, send ein sms til telefon 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo