Grannakaffi er innsavning hjá Krabbameinsfelagnum, har fólk kunnu gera sína egnu innsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið.
„Hvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun?” Henda spurningin kenna tey flestu, og henda spurningin fær Krabbameinsfelagið javnan frá fólki. Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiðu á, hvussu ein best kann veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
Tú setur tín dám á innsavningina, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.Tú kanst hava Grannakaffi heima, bjóða grannunum til ein drekkamunn og spyrja, um tey vilja lata eitt oyra í bússuna. Tú kanst hava bússuna við til arbeiðis og hava eina innsavning við tínum starvsfeløgum. Tú kanst eisini fara ein túr í grannalagnum við bússuni, hava hana við í skúla, hava loppumarknað, ella tú kanst biðja fólk lata Krabbameinsfelagnum eina gávu, tá tú hevur føðingardag. Ja, møguleikarnir eru nógvir. Nýt hugflogið, tað er tú sum avger hvussu tín innsavning sær út.
Krabbameinsfelagið vónar at fáa innsavnarar kring alt landið. Tey, ið hava hug at hava Grannakaffi, fáa nærri kunning um, hvussu ein ber seg at við at venda sær til Krabbameinsfelagið ella nema sær kunning á www.krabbamein.fo og á facebook.com/grannakaffi
Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum er upplýsa um krabbamein, stuðla gransking í krabbameini og hjálpa teimum, sum fáa boðini: ‘Tú hevur krabbamein’. Og at hjálpa teimum, sum eiga tey, sum fáa hesi boðini. Í 45 ár hevur tað borið til hjá okkum at hjálpt. Og tað hevur borið til, tí felagið fær dyggan stuðul. Frá sjálvbodnum. Fyritøkum. Feløgum. Einstaklingum. Takk fyri tykkara áhaldandi stuðul. Hann er grundarlagið undir okkara arbeiði.
Tilmelding til Grannakaffi