Samrøðubólkur fyri ung ímillum 18-39 ár, sum hava ella hava havt krabbamein
.jpg)
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á og deila ymiskar upplivingar við tey, sum eru í somu støðu sum tú, sum skilja teg.
Hetta kann minka um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan kunnu gerast størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.
Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum.
Bólkurin byrjar hósdagin 27. februar 2025 kl. 13.00- 15.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Boða frá luttøku, áðrenn mikudagin 26. februar kl. 15.00 á telefon 317959, send eini sms til telefon 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo