Hugnaløta í felagshúsinum Ólastova
Vit hittast í fittligu felagshúsinum "Ólastova", sum standa beint við frákoyringina til Krambatanga tórsdagin 21. nov kl. 16.00.
Góð og hugnalig samvera. Sjálvandi er ein góður kaffimunnur og okkurt afturvið á borðinum. Høvi verður at tosa við fólk, sum hava stundir at lurta. Vanliga er hetta ein stak hugnalig løta, har stundir eisini eru til kortspøl, borðspøl og stokkar☕🧶
Hetta verður seinastu ferð vit hittast fyri jól, men vit skunda okkum at byrja aftur tíðliga í januar. Nærri um tað seinni.
Verið vælkomin og tit eru eisini vælkomin at bjóða onkrum við❤️
Gott parkeringspláss er sunnanfyri húsið😊
Vit síggjast.