Rørsluvenjingar í Ven í Miðvági

Venjingarnar verða tillagar soleiðis, at øll kunna verða við, kvinnur og menn, ung sum eldri, vand sum minni vand. Tit eru eisini vælkomin at hava ein avvarandi við til venjingarnar, ið eru ókeypis og stuðlað av báðum kommununum.
Rørsluvenjingar eru við til at styrkja um vøddar og beinagrind. Hetta er umráðandi fyri at vit klára at virka í tí dagliga, sum at lyfta, ganga og bera ymiskt. Eisini er venjing góð fyri okkara sinnalag, har vit økja um okkara eydnu hormonir, ið eru við til at mótvirka eitt nú strongd, tunglyndi og ótta. Sum heild kann sigast, at venjingar eru við til at økja um okkara vælveru bæði kropsliga og mentalt.
Rørsluvenjingarnar verða hvørt mikukvøld kl. 17.45-18.45 í Ven, og fyrsta venjingin verður 26. mars.
Tað er ókeypis at luttaka og tilmelding fer fram á telefon 238080, umvegis teldupost post@ven.fo ella hjá Krabbameinsfelagnum á 317959 ella kmf@krabbamein.fo.