Eg føli angan av sandkøku, tá ið eg banki uppá hjá Óluvu Skaale í Grønulíð í Havn. Óluva hevur játtað at gera eitt prát við meg henda síðsta morgun í januar í sambandi við, at lýsingarmyndin til Grannakaffi er av sandkøkuni, sum Óluva eigur uppskriftina til. Hon hevur longu bakað sandkøkur í gjárkvøldið, fyri at eg kann taka myndir og fáa ein smakk, men fyri at fáa alt við, ætlar hon at baka tvær afturat. Hesar báðar tímarnar fer prátið tó víða og nógv longur enn til sandkøkur.
Í hugnaliga køkinum hjá Óluvu kenni eg meg heima, her eru lutir eins og teir, ið eg minnist frá mínum barndómi, og her er ein stemningur og hugni, sum fær meg at minnast aftur á farna tíð. Tað er eyðsæð, at børn, ommubørn, familja, vinir, grannar - tær menniskjaligu relatiónirnar - hava stóran týdning.
Óluva og maðurin Jóannes bygdu húsini í Grønulíð miðskeiðis í seksti-árunum, og tá vóru teirra hús eini av bert trimum nýggjum húsunum í grannalagnum, men skjótt legist afturat við húsum. Eins og í øðrum nýggjum býlingum, vóru húskini ofta í sama aldri, ungar familjur við børnum.
Eg spyrji Óluvu, hvussu hetta við matuppskriftum kom í lag, og hon greiðir frá, at tað byrjaði, tá ið hon starvaðist sum lærari í skúlanum á Skansa. Hetta var sokallaður serskúli (seinni Skúlin á Trøðni), sum helt til í einum sethúsum og var tilboð fyri børn við tarni av ymiskum slag. Nøkur teirra vóru lesiveik og fyri at eggja teimum til at lesa, fór Óluva undir at gera mat saman við teimum. "Í húsunum var komfýrur og borð, so tað bar til at matgera, og børnini máttu jú lesa alla uppskriftina og mannagongdina fyri at fullføra uppgávuna og fáa lut í eyðsýndu "gularótini"; at eta tað, sum tey høvdu matgjørt," sigur Óluva smílandi. Marius Johannesen var um tað mundið blaðstjóri á Tingakrossi, honum manglaði tilfar til blaðið, og soleiðis kom samstarvið um mat og matgerð í lag teirra millum. Óluva hugsaði ikki um nakra bókaútgávu at byrja við, men tá ið hon upplivdi, at ungar kvinnur, sum vóru fluttar heimanífrá og høvdu stovnað egna familju, ringdu til hennara fyri at fáa góð ráð um føroyska matgerð, sá hon, at her var ein tørvur. "Matur og matgerð" kom út á fyrsta sinni í 1974 og er síðani uppaftur prentað fleiri ferðir. Hóast góð 40 ár eru síðani bókin kom út og tekstur og snið bera brá av eini farnari tíð, so er talan um eitt petti av siðsøgu, sum eisini yngra ættarliðið sær stórt virði í.
Meðan vit práta, er Óluva farin undir at gera sandkøku. "Køkan er einføld at gera, og tilfarið eiga tey flestu inni, tí tað er bara margarin, sukur, egg og mjøl í køkuni," sigur Óluva. Tað bæði sæst og hoyrist, tá ið hon vísir mær og greiðir frá, hvussu hon ger, at hesa køkuna kundi hon næstan gjørt í svøvni. Hon hevur eina heilt fasta mannagongd og her er eingin slingur í køkuvalsinum. Og meðan eg eygleiði hennara kønu hendur píska Vita margarin og sukur, koyra eggini í eitt glas, áðrenn hon koyrir tey í deiggið, viga og sálda mjølið, deila deiggið í tvey og koyra í vælsmurdu formarnar, og síðani inn í ovnin, fegnist eg innantanna um tað stóra virði, sum liggur í útsøgnini "eg plagi". Vit hava ofta hug at deila inn á og niðurgera vanar, siðvenjur og tað, at gera sum ein plagar. Men í roynd og veru er tað grundarlagið undir allari handaligari og andaligari læring.
Langt áðrenn tiltakið Grannakaffi sá dagsins ljós, hevði Óluva tikið stig til sítt egna grannakaffi fyri konunum í Grønulíð. "Hesa ársins myrkastu tíð haldi eg, tað er gott at møtast ein leygardag, fáa ein drekkamunn og annars bara práta um leyst og fast," sigur Óluva. Hóast grannalagið av fyrstan tíð hevði fólk í sama aldursbólki, so vil so verða, at summi flyta ella fella frá og nýggj koma til. Nú á døgum eru fólk ofta so upptikin av gerandisdegnum, at kennskapurin til grannarnar er avmarkaður. Hetta er ein árliga afturvendandi hugnadagur, sum oftast í februar og er so statt ikki beinleiðis knýttur at tiltakinum hjá Krabbameinsfelagnum. Men tá ið Óluva hoyrdi um Grannakaffi, bað hon um loyvi at seta eina bússu á borðið, og hetta hevur verið fastur táttur seinastu tvey árini. Næsta leygardag fara eini 25 konur í Grønulíð aftur at hittast í hugnaligu húsunum hjá Óluvu. "Aldurin strekkir seg frá fyrst í 30-árunum og heilt til 90 ár," sigur Óluva og leggur afturat, at børn eisini eru vælkomin. Og bússan verður aftur á borðinum.
Óluva hevur sett á borðið til ein temunn inn í stovuni, og meðan eg njóti flotta útsýnið, eru vit samdar um, at tað er gott at síggja hav og fjøll. Prátið fellur eisini á mannin, Jóannes Skaale, sála, sum seinastu árini hann livdi, hevði stóra gleði av at sita frammanfyri stóru vindeygunum og kika út á hav og á tann hátt kunna fylgja við útróðrinum, hóast sjúka tarnaði honum sjálvur at fara. "Eg havi havt stóra gleði av at vera í sorgarbólki, sum Krabbameinsfelagið hevur skipað fyri," greiðir Óluva frá. Tað var annars systir hennara, sum eggjaði henni at fara, og Óluva letur væl at. Sorgarbólkurin er fyri bæði kvinnur og menn og tað er einki hóvasták gjørt burturúr; ein fær ein drekkamunn, og fólk gera sjálv av, um tey vilja práta um tað, sum teimum hevur verið fyri ella heldur bara vilja lurta. Stuðulin, sum kemur inn í sambandi við Grannakaffi, verður m.a. brúktur til sorgarbólkar, skeið og onnur tiltøk. Óluva heldur, at tað er gott, at ein slík innsavning sum Grannakaffi, letur upp í hendurnar á Krabbameinsfelagnum sjálvum at gera av, hvar stuðulin ger størstan mun, tí tey kenna tørvin best og tørvurin kann broytast.
Eg fái mær te upp í aftur koppin og eitt petti av vælsmakkandi sandkøku, meðan vit hugleiða um slekt og sambond. Prátið verður avbrotið av klokkuni, sum heldur skil á teim 45 minuttunum, ið sandkøkan skal vera í ovninum. Í uppskriftini stendur annars 50 minuttir, men her verða eingi óráð tikin, tí ein veit ongantíð heilt við vissu, siga royndirnar hjá Óluvu. Enn er køkan í so bleik, so hon fær 6 minuttir afturat. Hesar seinastu minuttirnar flytur prátið seg til Føroyar í 50-árunum, og at tað ikki var øllum beskorið at fáa mettuna ella eiga nýggj klæðir. Óluva nevnir, hvussu stóran týdning tað hevði fyri føroyingarnar, ið fiskaðu við íslendskum skipum, at teir sluppu at flyta alla lønina heim til familjuna í Føroyum. Hetta var ein flottur gestus frá íslendskari síðu, tí tað var ikki nøkur sjálvfylgja, at flyta peningin, ið ein forvann í Íslandi, heim til Føroyar.
"Nú sær betur út," sigur Óluva eftir at klokkan á øðrum sinni ringir. Hon leggur varliga heitu sandkøkurnar á bakipappírið á borðinum. Angin av tí góða fylgir mær, tá ið eg tveir tímar ríkari lati dyrnar aftur og skundi mær út í gerandisdagin, við einari spildurnýggjari "Matur og matgerð" og hálvari nýbakaðari sandkøku í hondini.
Urd Johannesen
Sandkøka:
300 gr. av margarini
300 gr. av sukri
300 gr. av mjøli
5 egg
Rør sukur, margarin og egg væl og blanda mjølið varisliga í. Stoyt deiggið í tveir smurdar formar. Verður bakað í 50 min. (175°).
Vælgagnist