Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Krabbameinsætlanin

  • Krabbameinsætlan 2022
  • Krabbameinsætlan 2009
  • Tilmæli um palliatión

Krabbameinsfelagið fegnast um, at nýtt tilmæli um palliatión er handað Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum


Myndin er frá In.fo
Sirið Stenberg setti á vári í 2019 arbeiðsbólk at gera tilmæli um palliatión og hospice. Arbeiðið var ikki liðugt, tá ið nýggja samgongan varð skipað, og tíbetur tók Kaj Leo Holm Johannesen undir við, at arbeiðið helt fram og varð gjørt liðugt. Sirið og Kaj Leo, tit skulu bæði hava tøkk fyri tykkara lut í, at hetta arbeiðið hevur latið seg gjørt. Tilmælið er handað við vónini um, at tað fær blíðan byr.

Krabbamein er lívshóttandi sjúka. Tíbetur eru fleiri og fleiri, sum fáa heilsubót, tí viðgerðirnar alsamt verða betri, men tíverri eru enn nógvir krabbameinssjúklingar, sum ikki verða frískir. Nógvir sjúklingar mugu tí koma til sættis við, at tey fara at doyggja av sjúkuni. Tá er ógvuliga týðandi, at tey kunnu kenna seg trygg og vita, at tey fáa góða tænastu og hjálp, eisini seinastu tíðina.

 

Flestu sjúklingar vilja vera heima sum longst, og helst eisini doyggja heima. Tað vísir samskiftið, sum Krabbameinsfelagið hevur við sjúklingar og tey, sum varða av, umframt at kanningar í útlondum eisini siga tað sama. Sjúkugongdin og umstøður annars kunnu tó ofta hava við sær, at neyðugt er at koma á sjúkrahús at fáa viðgerð og røkt.

 

Sum er, so verða palliativ viðgerð, røkt og umsorgan veitt í Føroyum. Á øllum trimum sjúkrahúsunum, millum kommunulæknar, í heimatænastuni og í eldraøkinum er seinastu árini stigvís menning farin fram, og fleiri starvsfólk eru, sum hava serútbúgving og royndir á økinum.

 

Á Landssjúkrahúsinum varð palliativt toymi stovnað í 2005, og palliativ eind sett á stovn í 2008. Teirra tænasta verður í høvuðsheitum bara veitt krabbameinssjúklingum. Hetta kemst mest av, at játtan og arbeiðsorka eru avmarkað, og at talan er um eina royndarskipan, sum hevur skulað verið eftirmett í fleiri ár.

 

Palliativa økið er eyðkent við, at tað er ikki skipað formliga, og at ábyrgdarbýtið tí heldur ikki er nóg greitt.

 

Asta Marjunardóttir, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, var annað av umboðunum, sum Kommunufelagið hevði í arbeiðsbólkinum. Hon fegnast um tilmælini, sum arbeiðsbólkurin er vorðin samdur um, og leggur afturat:

 

“Eitt spennandi arbeiði liggur fyri framman, har vit skipa palliatiónina millum sjúkrahús, kommunulæknar og kommunu, hetta soleiðis at tann einstaki sjúklingurin fær ta hjálp, hann ella hon hevur brúk fyri, óansæð um tað er heima ella á sjúkrahúsið.

 

Møguleikin skal vera at vera heima sum longst, tó skal tað ongantíð kennast sum eitt niðurlag, um neyðugt verður við innleggjan á sjúkrahúsinum. Royndir vísa, at tørvurin knappliga kann broytast, og brúk er fyri serkunnleika, sum ikki er í primerøkinum. Eisini kann vera, at sjúklingur og avvarðandi ikki kenna seg trygg ella hava orku til, at sjúklingurin kann vera heima longur.

 

Eitt stórt framstig er eisini, at palliatión í Føroyum verður skipað til fleiri sjúklingabólkar”.

 

Fyri at tryggja, at palliativ viðgerð og røkt er væl skipað, at ábyrgdarbýtið er greitt, at tilboðini til sjúkling og avvarðandi eru hóskandi, eru tilmælini:

 

Palliatión sum sergrein verður skipað, og tað verður landsumfatandi tænasta

Sergreinin verður staðsett á Landssjúkrahúsinum, og serlækni í palliatión fær ábyrgdina av økinum.

 

Palliatión verður veitt øllum sjúklingum, sum hava brúk fyri tí, sama ger hvør sjúkan er.

 

Palliativ deild verður skipað

Á deildini verður serkøn manning dag og nátt, seingjarstovur verða til sjúklingar og avvarðandi, og tætt samstarv verður við annan serkunnleika á Landssjúkrahúsinum.

 

Eisini verður palliativt toymi á deildini, sum skal veita tænastu til bæði sjúkrahúsverkið og primera heilsugeiran, í hesum førinum serliga heimatænastuna, eldraøkið og kommunulæknar. Toymið skal skipa og samskipa palliativu tænastuna í Føroyum, veita sjúklingum ambulanta viðgerð, samskipa heimavitjanir umframt savna hagtøl og annað.

 

Uppskotið er, at deildin verður staðsett á Dronning Aleksandrines Hospital.

 

Primeri heilsugerin verður styrktur

Fyri at sjúklingurin skal kunna vera heima sum longst, verður primeri heilsugeirin styrktur. Menningarætlan verður gjørd fyri, hvussu heilsustarvsfólk í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimunum fáa grundleggjandi vitan innan palliatión.

 

Palliativa økið verður formliga skipað við greiðum ábyrgdarbýti

Økið verður skipað sum landsumfatandi tænasta, har serlækni í palliatión hevur yvirskipaðu ábyrgdina, og palliativa toymið hevur ábyrgdina at skipa og samskipa tænastuna til sjúkling og avvarðandi. Tá verður tryggjað, at øll, sum hava tørv á palliativari viðgerð og røkt, eru fevnd av somu skipan, óansæð um tey fáa tænastuna frá primera heilsugeiranum ella sjúkrahúsverkinum.

 

Hvat er palliatión?

Heimsheilsustovnurin WHO allýsir palliatión soleiðis: palliativ viðgerð, røkt og umsorgan skal bøta um lívsgóðskuna hjá sjúklingum og teirra avvarðandi, tá ið sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku. Hetta verður gjørt við at fyribyrgja og linna líðingina við tíðliga at staðfesta og meta um sjúkuna og grundað á tað viðgera pínu og aðrar trupulleikar bæði av likamligum, sálarligum, psykososialum og andaligum slagi.

 

Tak niður Tilmæli um palliatión sum PDF her.

 

 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim


Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim