08-09-2023
Team Rynkeby Føroyar handar innkomna peningin

Leygardagin 9. september verður punktum sett fyri rynkuárið 2023. Tá fer liðið, sum kom súkklandi til París fyri skjótt tveimum mánaðum síðan, at handa kekkin við peningaupphæddini, sum tað hevur eydnast at samla inn seinasta árið, til umboð frá Hjartabarninum.
Kekkhandanin verður í Gulu Smiðju í Saltangará kl. 15.00-16.00. Umboð fyri Team Rynkeby og Hjartabarnið halda røðu, og Edith og Allan spæla nøkur løg. Kaffi og kaka eru at fáa.
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.