Krabbameinsfelagið á fundi við landsstýriskvinnuna í heilsumálum
Á fundinum kunnaði Krabbameinsfelagið um virksemið hjá felagnum, og tey umrøddu nýggju krabbameinsætlanina. Krabbameinsfelagið fegnast um, at krabbameinsráðið er sett og farið til verka.
Eftir fundin segði landsstýriskvinnan:
"Eg eri sera takksom fyri, at vit hava eitt felag sum Krabbameinsfelagið í Føroyum. Krabbameinsfelagið er ein stórur stuðul hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi hjá teimum, tá ið mótloysið og stúran ofta taka ræði."