14-10-2022
Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu
Mánakvøldið 24. oktober kl. 19.00 bjóðar Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelangum til hugnaløtu á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Vit hittast til ein góðan drekkamunn og hugnaliga løtu, har tíð verður til at práta saman og hitta aðrar kvinnur í somu støðu.
Boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella telefon 317959 áðrenn mánadagin 24. oktober kl. 12.00.