LJÓSAREYÐUR OKTOBER – Bót til bata varpar ljós á bróstkrabba
Bróstkrabbi er íðuligasti krabbameinsformur hjá kvinnum og rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum. Bróstkrabbi rakar eisini menn, og ein av hvørjum túsund fær sjúkuna.
‘Eingi bróst eru eins’ er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey, so at vit skjótari merkja, um broytingar eru. Broytingar merkja ikki altíð, at talan er um krabba, men tað er altíð best at venda sær til lækna okkara sum skjótast, um vit varnast okkurt. Tíðin arbeiðir fyri krabbanum, so tess fyrr, ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur.
Fleiri ferðir áður hevur Bót til bata varpað ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva, ið hevur sniðgivið ein bróstkrabbalut.
Í ár er samstarv gjørt við STEINUM, sum hevur sniðgivið vakrar oyralokkar og armbond. Armbond og oyralokkar eru framleidd av kvinnum í Ukraina, sum vanliga framleiða fyri STEINUM.
Tað er avmarkað mongd av oyralokkum og armbondum. Undanfarin ár hevur sølan gingið sera væl, so um tú ynskir tær einar oyralokkar ella armband, so er ikki at bíða.
Sølan byrjar mánadagin 3. oktober í Ullvøruhúsinum í Havn, Tjaldurs apoteki, apotekinum í Steinatúni, apotekinum í Runavík, apotekinum í Klaksvík og á apotekinum á Tvøroyri. Kostnaður fyri armband er kr. 275,- og oyralokkarnir kosta kr. 250,- fyri parið.
Eisini skipar Bót til bata, bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, fyri hugnaløtu á bókasavninum við Løkin í Runavík tann 12. oktober kl. 19.00.
Á skránni verður hugni og prát, har Annika Karlsdóttir Ljósstein fer at siga frá, tá hon fekk staðfest bróstkrabba, sum 36 ára gomul. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa.
Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt við tilmelding á telefon 317979, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bót til bata og Krabbameinsfelagið takka av hjarta fyri stuðulin. Ein serlig tøkk til Gilli Brend í Hoyvík fyri myndir, Steinum fyri snið, Føroyaprent fyri prent, umframt tær kvinnur, ið hava latið seg avmynda í sambandi við hetta átak.