Team Rynkeby Føroyar latið stuðul
Stórur stuðul frá Team Rynkeby
Innkomna peningaupphæddin í 2021 var kr. 1.130.000,-
Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í samband við túrin í Danmark í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum, Duritu Tausen, á samkomu í Aulini í Finsen leygardagin.
"Hóast koronasmittan hevur sett sín dám á farna árið, bæði hjá okkum í Team Rynkeby Føroyum og hjá stuðlunum, er áhugin at stuðla stórur. Vit í Team Rynkeby Føroyum fegnast um stóra stuðulin og takka hjartaliga øllum, – fyritøkum, kommunum, tónleikarum, privatpersónum o.o. – sum trúliga stuðla á ymsan hátt, so at vit kunnu gera nakað gott fyri børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra, samstundis sum vit eisini gera nakað gott fyri okkum."
Team Rynkeby Føroyar Grunnurin letur stuðul til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.
Les taluna hjá formanninum hjá Krabbameinsfelagnum her.