21-09-2021
Gongutúrur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein
Kom við Krabbameinsfelagnum ein túr út á Trælanípuna mikudagin 29. september kl.17.00. Túrurin er fyri allar kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein.
Vit møtast við parkeringsplássið við ovaru gøtuna í Miðvági. Túrurin er umleið 5 km og er hampuliga lættur at ganga. Verið ílatnar eftir veðrinum og møti stundisliga.
Tá vit koma aftur til Miðvágs fáa vit suppu í húsunum við portrið. Av tí hevði tað verið gott at vita áleið hvusssu nógvar vit verða. Tilmelding á telefon 317959 ella á teldupost kmf@krabbamein.fo.