Rørslutilboðið í Suðuroy byrjar aftur mikudagin 14. september
Mikudagin 14. september byrjar rørslutilboðið, hjá Krabbameinsfelagnum, í Suðuroy, aftur. Tilboðið er í samstarvið við Tvøroyrar fimleikarfelag og stuðla av kommununum í Suðuroy.
Øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi eru vælkomin at luttaka. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.
Vant verður í Ítróttarhøllini í Trongisvági mikudagar kl. 16.00 - 17.00. Venjari er Sára Olsen, fysioterapeutur.
Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
Rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
Tilboðið er ókeypis
Kundi tú hugsað tær at fingið meiri at vita um rørslutiltakið, ella hevur tú spurningar um tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú seta teg í samband við okkum á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.