Stomiambulatoriið bjóðar til kunnandi tiltak
Stomiambulatoriið bjóðar til kunnandi tiltak
Innbjóðing til kunnandi tiltak á Hotel Hafnia mánadagin 13. september kl. 17.00 til 20.00
Tiltakið, ið er ætla fólkið í eru stomiskurðviðgjørd og teirra avvarðandi, er ókeypis.
Í ár er evni "trivnaður við nærveru og vinsemi", Ynskir tú at trívast betur? Kom og hoyr um trivnað og hvussu hesin hongur saman við at vera góð/ur við teg sjálva/n.
v/ Anne Marie Luther Frandsen, stomisjúkrarøktarfrøðingur, Clinical Ressource Manager Nordics, Dansac & Hollister.
Sisse Holm, Tina Jannerup og Helene Thopholm frá Dansac & Hollister sýna fram og greiða frá um tað nýggjasta innan stomi-vørur og høvi verður at bíleggja vøruroyndir. Dansac & Hollister bjóða drekkamunn og ábit.
Elin Vitalis og Elisabeth Wennerstrøm, stomisjúkrarøktarfrøðingar, verða eisini á staðnum at veita ráð og vegleiðing.
Tilmelding: Elisabeth tel. 234555 og Elin Vitalis tel. 234544 á stomiambulatoriinum.
Vit gleða okkum at hitta teg
Elin Vitalis og Elisabeth Wennerstrøm, stomisjúkrarøktarfrøðingar
Sisse Holm, sjúkrarøktarfrøðingur og vøruserfrøðingur
Tina Jannerup, sjúkrarøktarfrøðingur, kostráðgevi og vøruserfrøðingur
og Helene Thopholm, sølustjóri Dansac & Hollister